Author Archives: rokur

Innbjóðing til FM á stuttgeil 2017

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipa fyri, í Svimjihøllini í Gundadali hin 24. til 26. mars 2017. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2017.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til FM á stuttgeil 2017

Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur

Starvsnevnd SSF samtykti hin 22. februar 2017 at broyta grein 3 í okkara Reglugerð fyri Meistarastevnur … – frá – Grein 3 Allir svimjarar, ið eru limir í føroyskum svimjifeløgum og hava føroyskan svimjitjóðskap hava rætt at luttaka í meistarastevnunum. … Continue reading →

Posted in Lógir og reglugerðir | Comments Off on Broyting í SSF Reglugerð fyri Meistarastevnur

Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum

Svimjisamband Føroya skipar nú 24. til 26. februar fyri ráðstevnu í Hotel Skálavík, fyri serliga nevndarlimum í svimjisambandi og svimjifeløgum. Eini 30 fólk fara við hjálp frá sálarfrøðinginum Helga Rasmussen at brúka vikuskiftið uppá at viðgera, hvat ið vit ætla við føroyskari … Continue reading →

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Stór svimjiráðstevna í Skálavík í vikuskiftinum

Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy

Farna vikuskiftið skipaði Sørin S. Djurhuus vegna Svimjisamband Føroya fyri lívbjargingardómaraskeiði í Páls Høll í Vági, har tríggir nýggir lívbjargingardómarar fingu prógv. Hartil stóðu fimm lívbjargingarroyndina, sum partur av útbúgvingini hjá teimum trimum dómarum.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Tríggir nýggir lívbjargingardómarar í Suðuroy

Startlisti til Reysta-stevnuna 18. februar 2017

Her er startlistin til svimjistevnuna í Leirvíkar skúla nú leygardagin hin 18. februar 2017, sum svimjifelagið Reysti skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.  

Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til Reysta-stevnuna 18. februar 2017

Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Ægir skipaði fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin 11. og sunnudagin 12. februar 2017. Ein góð og spennandi kapping, har hæddarpunktið vælsagtans var føroyska metið hjá Vár í 1500 frí, umframt at Signhild og Vár … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir-stevnuni 11. og 12. februar 2017