Author Archives: rokur
Startlisti til FOMM 2017
Her er startlistin til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum verður í Klaksvík í morgin hin 18. november. Startlistin sum tekstfíla: fomm-startlisti-3.txt Startlistin sum html-fíla: fomm-startlisti-3.html
Kunningarfundur um mentalvenjing hóskvøldið 16. november 2017
Sum nevnt í skrivinum um landsliðslegu, so skipar Svimjisambandið nú hóskvøldið hin 16. november fyri kunningarfundi um mentalvenjing, við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Landsliðslega í Klaksvík 17. til 19. november 2017
Svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017. Vit fáa danska úrvalsvenjaran Bo Jacobsen heim at skipa fyri sjálvari venjingini, og hartil verða innsløg við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Eyka úttøka til NM/NJM 2017
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar afturat til Norðurlendsku Meistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna 2017, sum verður í Laugardalslaug í Reykjavík hin 1. til 3. desember 2017. Barbara Debes (2000), Ægir Lena Rannváardóttir (1998), Havnar Svimjifelag Lív Erlingsdóttir Eidesgaard … Continue reading
Innbjóðing til FS-stevnu 25. november 2017
Her er innbjóðing til FS-stevnu, leygardagin hin 25. november 2017, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihylinum í Fuglafirði. Hetta er svimjistevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3.
Innbjóðing til FOMM 2017
Her er innbjóðing til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november.









You must be logged in to post a comment.