Author Archives: rokur
Gleðilig Jól
Friður eina løtu, og eitt spennandi ár fyri framman ! 🙂
Úrslit frá FS-stevnuni 25. november 2017
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri, í svimjihylinum í Fuglafirði, leygardagin hin 25. november 2017. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3.
Úrslit frá FOMM 2017
Her eru offisiellu úrslitini frá Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november 2017. Tilsamans vóru vit 33 íðkarar og 9 lið úr 6 feløgum sum kappaðust tilsamans 103 ferðir í … Continue reading
Startlisti til FOMM 2017
Her er startlistin til Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum verður í Klaksvík í morgin hin 18. november. Startlistin sum tekstfíla: fomm-startlisti-3.txt Startlistin sum html-fíla: fomm-startlisti-3.html
Kunningarfundur um mentalvenjing hóskvøldið 16. november 2017
Sum nevnt í skrivinum um landsliðslegu, so skipar Svimjisambandið nú hóskvøldið hin 16. november fyri kunningarfundi um mentalvenjing, við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.
Landsliðslega í Klaksvík 17. til 19. november 2017
Svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri venjingarlegu í Klaksvík, fyri teimum svimjarum sum eru úttiknir til EM og NM/NJM 2017. Vit fáa danska úrvalsvenjaran Bo Jacobsen heim at skipa fyri sjálvari venjingini, og hartil verða innsløg við ítróttarsálarfrøðinginum Jón Gregersen.









You must be logged in to post a comment.