Author Archives: rokur
725.000 krónur til svimjingina frá Úrvali í 2018
Úrval kunngjørdi í dag útlutingina av úrvalsstuðli fyri 2018, har svimjingin fekk stóran part av samlaðu játtanini á eina millión krónur. Úrvalssvimjararnir í ár eru teir somu sum fingu stuðul í fjør, undantikið Pál Joensen sum seinastu tíðina hevur hildið … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 13. og 14. januar 2018
Her er innbjóðing til SuSvim Open 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági hin 13. og 14. januar 2018. Tilmeldingarfílan kemur seinni.
Gleðilig Jól
Friður eina løtu, og eitt spennandi ár fyri framman ! 🙂
Úrslit frá FS-stevnuni 25. november 2017
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri, í svimjihylinum í Fuglafirði, leygardagin hin 25. november 2017. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3.
Úrslit frá FOMM 2017
Her eru offisiellu úrslitini frá Føroya Opnu Masters Meistarastevnu 2017, sum Ægir og Svimjisamband Føroya skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 18. november 2017. Tilsamans vóru vit 33 íðkarar og 9 lið úr 6 feløgum sum kappaðust tilsamans 103 ferðir í … Continue reading









You must be logged in to post a comment.