Author Archives: rokur
Úrslit frá HS-stevnuni 23. og 24. mars 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 23. og leygardagin hin 24. mars 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Tey vóru 86 íðkarar og 22 lið úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 353 ferðir í 28 … Continue reading
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 7. og 8. apríl 2018
Her er innbjóðing til SuSvim-stevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 7. og sunnudagin hin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, tað vil siga fyri allar aldursbólkar og uttan bólkabýti.
Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu
Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012. Róland svimur … Continue reading
SuSvim harrar 1:50.96 og nýtt føroyskt met í 4×50 blandað
Suðuroyingar settu í dag nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing fyri menn, tá ið liðsvimjing hjá Suðuroyar Svimjfelag svam teinin uppá 1:50.96. Teir sum svumu vóru Bartal Debess 30.02 í 50 rygg, Rani Jacobsen 30.97 í 50 bringu, … Continue reading
Úrslit frá Reysta-stevnuni 10. mars 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Leirvík, leygardagin hin 10. mars 2018, sum svimjifelagið Reysti skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Svimjiførleikakanningin 2018 sett í verk
Svimjisamband Føroya sendir í hesum døgum oyðubløð út til allar føroyskar skúlar, til føroysk skúlabørn í fimta flokki at fylla út. Hetta er endurtøka av líknandi kanning í 2011 við spurningum, sum eru líkir teimum, ið verða settir eisini í … Continue reading









You must be logged in to post a comment.