Author Archives: rokur

HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað

Juniordreingirnir hjá Havnar Svimjifelag settu í dag stórt nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá 4:27.12. SuSvim-dreingir áttu metið á 4:32.57, frá SuSvim-stevnuni í februar mánaða. Teir sum … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on HS-dreingir 4:27.12 og juniormet í 4×100 blandað

SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí

Juniordreingirnir hjá Suðuroyar Svimjifelag settu í gjár stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið teir á SuSvim-stevnuni í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:03.19. Ægir-dreingir áttu nú farna metið á 4:07.21, frá FM á langgeil í … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on SuSvim-dreingir 4:03.19 og juniormet í 4×100 frí

Signhild 1:03.34 og føroyskt met í 100 rygg

Signhild Joensen setti í gjár nýtt føroyskt met í 100 metra ryggsvimjing á langgeil, tá ið tann kappingin varð avgreidd á SuSvim-stevnuni í Páls Høll í Vági. Signhild átti sjálv nú farna føroyska metið á 1:03.38, frá Danish Open í fjør. … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Signhild 1:03.34 og føroyskt met í 100 rygg

Úrslit frá HS-stevnuni 23. og 24. mars 2018

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjakvøldið hin 23. og leygardagin hin 24. mars 2018, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri. Tey vóru 86 íðkarar og 22 lið úr 5 feløgum sum kappaðust tilsamans 353 ferðir í 28 … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá HS-stevnuni 23. og 24. mars 2018

Innbjóðing til SuSvim-stevnu 7. og 8. apríl 2018

Her er innbjóðing til SuSvim-stevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 7. og sunnudagin hin 8. apríl 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er opin stevna, tað vil siga fyri allar aldursbólkar og uttan bólkabýti.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til SuSvim-stevnu 7. og 8. apríl 2018

Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu

Róland Toftum setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann á HS-stevnuni í Gundadali svam teinin uppá 28.62 sekund. Pauli Ø. Mohr átti føroyska metið á 28.87, frá HS-stevnu í 2012. Róland svimur … Continue reading

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Róland 28.62 og nýtt føroyskt met í 50 bringu