Author Archives: rokur
HS Menn 8:05.01 og nýtt føroyskt met í 4×200 frí
Besta manslið hjá HS setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×200 metra frísvimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 8:05.01. Havnar Svimjifelag átti metið á 8:08.47, frá FM á langgeil … Continue reading
HS Menn 4:11.85 og nýtt føroyskt met í 4×100 blandað
Besta manslið hjá HS setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×100 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Føroyameistarastevnuni á langgeil 2018 í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá tilsamans 4:11.85. Suðuroyar Svimjifelag átti metið á 4:12.18, frá … Continue reading
Startlisti til FM á langgeil 2018
Her eru startlistarnir til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági nú 8. til 10. juni 2018. Til kunningar so verður stevnuparturin sunnudag seinnapart allarhelst fluttur, til at byrja kl 13:30 heldur enn kl 15:00. Hetta … Continue reading
Innbjóðing til FM á langgeil 2018
Her er innbjóðingin til Føroyameistarastevnuna á langgeil 2018, sum verður í Páls Høll í Vági hin 8. til 10. juni 2018. Hetta verður okkara triðja FM á langeil í røðini, síðani vit í 2015 fingu okkara fyrsta føroyska langhyl, og … Continue reading
Úrslit frá ABMS 2018
Her eru úrslitini frá Aldursbólkameistarastevnuni 2018, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipaðu fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, 10. til 12. mai 2018. Hartil upplisting av heiðursmerkjavinnarum.
So er tað Aldursbólkameistarastevnan 2018
Svimjisambandið og Ægir skipa nú 10. til 12. mai fyri Aldursbólkameistarastevnuna 2018, í Klaksvíkar Svimjihøll. Einir 118 svimjarar fara at kappast hesar tríggjar dagarnar, um at gerast meistarar í teimum aldursbólkum sum tey hoyra til.









You must be logged in to post a comment.