Author Archives: rokur
SSF aðalfundurin 12. oktober 2018
Svimjisamband Føroya hevði í gjár sín árliga aðalfund, í ÍSF-høllini í Tórshavn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av formanni, tveimum nevndarlimum umframt tiltakslimi, og sum innkomið mál serliga at flyta aðalfundin til aftur at … Continue reading
Formaðurin fyri hallarnevnd FINA á vitjan í Føroyum
Tórshavnar Kommuna hevur boðið formannin í FINA Facilities Committee á fund við seg í Føroyum, at meta um ætlanirnar fyri nýggja langhylin í Tórshavn. Fyrrapartin í gjár var fundur í teknisku fyrisitingini, har málið varð viðgjørt út í æsir, og seinnapartin var so … Continue reading
Úrslit frá Ægir-stevnuni 6. og 7. oktober 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni í Klaksvíkar Svimjihøll, nú í vikuskiftinum, sum Ægir skipaði fyri. Úrslitini síggast eisini her á livetiming.se, umframt her á SwimRankings Úrslitalistarnir í txt-sniði: aegir-stevna-okt-2018-urslit.txt Úrslitalistarnir í html-sniði: aegir-stevna-okt-2018-urslit.html Úrslitalistarnir í lef-sniði: Results_Klaksvik_2018-10-06.lef Úrslitalistarnir í RE-sniði: RE181006.txt
Atlantic Airways stuðlar Svimjisambandi Føroya
Atlantic Airways og Svimjisamband Føroya endurnýggjaðu í dag stuðulsavtaluna sínámillum, tá ið Árni Olsen, marknaðarleiðari hjá Atlantic, og SSF-formaður Rókur í Jákupsstovu møttust til eitt prát, ráðlegging og undirskriving av nýggja sáttmálanum.
Innbjóðing til fund um bjargingarnummur
Eysturkommuna hevur júst sent út soljóðandi skriv til kommunur o.o., undir heitinum “Innbjóðing til fund við Erik Beck, um samskipan av bjargingarnumrum“. Til rætta viðkomandi Í fjørsummar var ein druknivanlukka úti í Bug í Leirvík. Boðini sum komu inn til 1-1-2 … Continue reading
SuSvim-menn 1:50.85 og føroyskt met í 4×50 blandað
Mansliðið hjá Suðuroyar Svimjifelag setti í gjár nýtt føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Ægir Open í Klaksvík svumu teinin í tíðini 1:50.85. Teir áttu sjálvir føroyska metið á 1:50.96, frá HS Open í mars … Continue reading









You must be logged in to post a comment.