Author Archives: rokur

Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019

Her eru úrslitini frá “SuSvim Specialist 2019” svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri, nú leygardagin og sunnudagin hin 12. og 13. januar 2019. Hartil stigini í hesi serligu ‘Specialist’-kapping fyri einstaklingar og lið, sum høvuðsvenjarin í SuSvim skipaði fyri. Úrslit … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnuni 12. og 13. januar 2019

FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Svimjisamband Føroya og altjóða svimjisambandið FINA skipa vikuskiftið hin 22. til 24. mars 2019 fyri dómaraskeiði í Tórshavn, undir leiðslu av tiltikna altjóða yvirdómaranum og kappingarleiðaranum, Søren Korbo. Hetta er grundskeið sum tað ið SSF og FINA skipaðu fyri í … Continue reading →

Posted in Útbúgving | Comments Off on FINA-dómaraskeið í Havn hin 22. til 24. mars 2019

Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings

Føroysku metlistarnir fluttu sum kunnugt til SwimRankings við ársbyrjan 2018, frá eini heimagjørdari skipan sum undirritaði hevði mennt og rikið fyri SSF síðani 2009. Ein fyribils mangul var tó at landsliðsmetini í liðsvimjing tá ikki enn vóru klár at flyta yvir, men … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Føroysku landsliðsmetini nú eisini á SwimRankings

Faldari við svimjispølum frá Svimjiskúla Føroya

Her er leinki til nýtt hefti frá Svimjiskúla Føroya, kallað “58 svimjispøl og ein søga”, sum Pálin Olsen og Rúni Gaardbo hava sett saman. Sum tey siga í fororðunum: Á skeiðunum, sum Svimjiskúli Føroya hevur havt, hava luttakararnir saknað at fingið … Continue reading →

Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Faldari við svimjispølum frá Svimjiskúla Føroya

Úrvalshandan 2019

Úrval avdúkaði í gjár tey sum hava fáa úrvalsjáttan í 2019, harav fimm einstaklingar og ein hópur eru frá svimjingini. Til lukku tit øll. Úrvalsstuðul 2019 til íðkarar hoyrandi til SSF Signhild Joensen (Ægir) 189.000 kr Óli Mortensen (HS) 163.367 … Continue reading →

Posted in Kapping | Comments Off on Úrvalshandan 2019

Dagførdir lívbjargarar í Fuglafjarðar Svimjifelag

Lívbjargingardómari Sørin S. Djurhuus var í gjárkvøldið norðuri í Fuglafirði, har fýra venjarar/lívbjargarar hjá FS fingu dagført síni lívbjargingarprógv.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Dagførdir lívbjargarar í Fuglafjarðar Svimjifelag