Author Archives: rokur
Nøkur pláss eftir á FINA venjaraskeiðnum 30. nov. – 2. des. 2018
Vit hava nú fingið í øllum førum 15 tilmeldingar frá føroyskum svimjivenjarum, umframt 7 frá íslendingum og 1 úr Noregi. Altso eini 23 tilsamans, har pláss er fyri 30 á skeiðnum. Vit vita um eini tvey úr Føroyum sum ikki … Continue reading
Signhild 2:11.81 og bronsu í 200 rygg í Saint-Dizier
Svimjarar úr Ægir eru í hesum døgum á altjóða svimjistevnu í Saint-Dizier, har tað sum skilst gongur sera væl. Fyri løtu síðani vann Signhild Joensen sær bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, við at svimja teinin uppá 2:11.81. Stevnan er á … Continue reading
Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur
Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi. SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og … Continue reading
Úrslit frá Reysta-stevnuni 13. oktober 2018
Svimjifelagið Reysti skipaði í dag fyri svimjistevnu í Leirvík, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Tilsamans vóru tey 121 svimjarar úr øllum 6 feløgum, sum kappaðust í 26 svimjikappingum. Úrslitalistin í html-sniði: reysta-stevna-okt-2018-urslit.html
SSF aðalfundurin 12. oktober 2018
Svimjisamband Føroya hevði í gjár sín árliga aðalfund, í ÍSF-høllini í Tórshavn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av formanni, tveimum nevndarlimum umframt tiltakslimi, og sum innkomið mál serliga at flyta aðalfundin til aftur at … Continue reading
Formaðurin fyri hallarnevnd FINA á vitjan í Føroyum
Tórshavnar Kommuna hevur boðið formannin í FINA Facilities Committee á fund við seg í Føroyum, at meta um ætlanirnar fyri nýggja langhylin í Tórshavn. Fyrrapartin í gjár var fundur í teknisku fyrisitingini, har málið varð viðgjørt út í æsir, og seinnapartin var so … Continue reading









You must be logged in to post a comment.