Author Archives: rokur
SSF til Bergen Swim Festival 2019
Føroyska svimjilandsliðið fór tíðliga í morgun við beinleiðis flúgvara hjá Atlantic Airways til Bergens, har tey nú fríggjadagin til sunnudagin hin 5. til 7. apríl skulu luttaka á Bergen Swim Festival 2019.
Innbjóðing til HS-stevnu á Argjum 6. apríl 2019
Her er innbjóðing til svimjistevnu í svimjihylinum á Argjum, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 2 og 3. Innbjóðing í pdf-sniði: hs-argjastevna-apr-2019-innbjoding.pdf
SuSvim-dreingir tvær ferðir føroyskt juniormet í 4×50 blandað
SuSvim-dreingir settu í dag tvær ferðir føroyskt met í 4×50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á Atlantic Open 2019 svumu teinin uppá tilsamans fyrst 1:54.13 í innleiðandi riðli, og síðani 1:52.64 í finaluni. Í innleiðandi vóru teir Rúni Bech, … Continue reading
Rókur 23.14 og føroyskt met í 50 frí
Rókur Trygvason úr Ægir setti í dag nýtt føroyskt met í 50 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Atlantic Open 2019 svam teinin uppá 23.14 sekund. Pál Joensen átti metið á 23.19, frá tá ið hann … Continue reading
Vár 8:46.64 og føroyskt met í 800 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard úr Havnar Svimjifelag setti í dag stórt nýtt føroyskt met í 800 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open 2019 svam teinin uppá 8:46.64. Hon átti sjálv føroyska metið á 8:50.79, frá FM á stuttgeil í … Continue reading
Vár 16:53.02 og føroyskt met í 1500 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í gjárkvøldið stórt nýtt føroyskt met í 1500 metra frísvimjing, tá ið hon á Atlantic Open svam teinin uppá 16.53.02. Hon átti sjálv føroyska metið á 16:55.18, frá FM á stuttgeil í mars 2017. Vár svimur fyri Havnar … Continue reading









You must be logged in to post a comment.