Author Archives: rokur

Startlistar til Atlantic Open 2019

Her eru startlistarnir til Atlantic Open 2019, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú í vikuskiftinum. Hetta er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir 2019 á Gibraltar.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Startlistar til Atlantic Open 2019

SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Í morgin ári fer undirritaði sum umboð fyri Svimjisamband Føroya til Bruxelles í Belgia, at fundast við evropeiska svimjisambandið LEN og ES og sikkurt onnur við, um hvussu betri svimjiførleiki kann minka um títtleikan av druknivanlukkum í Evropa.

Posted in Felagsskapur, Lívbjarging | Comments Off on SSF og LEN á fund við ES um svimjiførleika

Úrslit frá SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019

Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni hin 16. mars 2019, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, í svimjihylinum á Tvøroyri. Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.txt Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-tvoroyri-mar-2019.html

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim-stevnu á Tvøroyri 16. mars 2019

Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl

Nú eru praktisku ætlanirnar komnar so mikið nógv ávegis, at vit byrja at kunna tora at lova tað: Hin 8. til 11. apríl 2019 fær føroysk svimjing vitjan av heimsins besta svimjara, og av venjara hennara sum á HM í … Continue reading

Posted in Kapping | Comments Off on Heimsins bestu svimjari og venjari til Vágs í apríl

Landsliðslega í Vági

Hetta vikuskiftið er úttikna landsliðið til Bergen Swim Festival 2019 á venjingarlegu í Vági, at fyrireika seg til hesa stevnu sum verður um knappar tríggjar vikur. Á venjingarleguni eru: úr HS: Bartal E. Eidesgaard, Eyðrið Mortensen, Johan N. Dam, Kristina … Continue reading

Posted in Venjing | Comments Off on Landsliðslega í Vági

Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019

Um tú ætlar tær við á FINA dómaraskeiðið hin 22. til 24. mars 2019, og ikki hevur meldað til enn, so er tað nú at tað má gerast – í øllum førum um tú ætlar at fáa bjóðað mat og/ella innivist. … Continue reading

Posted in Kapping, Útbúgving | Comments Off on Nú steingja vit fyri tilmeldingum til FINA dómaraskeiðið 2019