Author Archives: rokur
Startlisti til ABMS 2019
Her eru startlistarnir til Aldursbólkameistarastevnuna 2019, sum abmsSvimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll nú fríggjadag til sunnudag hin 17. til 19. mai 2019. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se
SSF nú limur eisini í ILS/ILSE
Svimjisamband Føroya fekk nú fríggjadagin váttan um upptøku í altjóða svimjisambandinum ILS, og er tí at finna millum limirnar á heimasíðu sambandsins ilsf.org. Við hesum fylgir limaskapur eisini í evropeisku deildini ILSE.
Úttøka til HM 2019 í Gwangju
Starvsnevnd SSF hevur avgjørt at taka út tríggjar svimjarar til Heimsmeistarastevnuna í svimjing (á langgeil) 2019, sum verður í Gwangju í Suðurkorea frá 21. til 28. juli 2019.
Úttøka til Oyggjaleikir 2019
Føroyski svimjihópurin til Oyggjaleikir 2019 er komin upp á pláss, at verða 12 svimjarar umframt Pál Joensen sum ‘svimjandi venjari’, og venjarar og leiðarar afturat teimum.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2019
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum hóskvøldið hin 6. juni 2019 frá kl 18:00. Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2019-frabodan.pdf Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya. Vegna starvsnevnd SSF Rókur
Úrslit frá FM á langgeil 2019
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á langgeil 2019, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipaðu fyri í Páls Høll í Vági hin 26. til 29. apríl 2019. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt her á swimrankings.net. Úrslit sum html-fíla: FM2019L-urslit.html Úrslit … Continue reading









You must be logged in to post a comment.