Author Archives: rokur
Signhild 1:04.72 í 100 rygg á EM 2021
Signhild Joensen royndi seg í morgun í síni næstu grein á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, og varð har við tíðini 1:04.72 nummar 44 av teimum 44 luttakarunum. Her niðanfyri er ein samrøða við Signhild aftaná kappingina, sum Hörður J. Oddfríðarson … Continue reading
Signhild 29.89 í 50 rygg á EM 2021
Signhild Joensen royndi seg í morgun í síni fyrstu grein á Evropameistarastevnuni 2021 í Budapest, sum var 50 metra ryggsvimjing. Tað gekk fínt – hon svam seg til sína 9. bestu tíð nakrantíð, við tíðini 29.89. Her niðanfyri er ein … Continue reading
Innbjóðing til Atlantic Open 2021
Her er innbjóðing til Atlantic Open 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Suðuroyar Svimjifelag í Páls Høll í Vági, fríggjakvøldið til sunnudagin hin 11. til 13. juni 2021. Við fyrivarni fyri støðuni við korona.
FINA dómaraskeiðið 2021 útsett
Vegna ov lítla undirtøku, eru vit tíverri noydd at fyribils útseta FINA dómaraskeiðið sum skuldi verða hin 7. til 9. mai 2021, til í fyrsta lagi einaferð í heyst.
Úrslit frá ABMS 2021
So er Aldursbólkameistarastevnan 2021 liðugt avgreidd, har okkara yngstu aldursbólkar svumu seg til nógv góð úrslit. Øll úrslitini síggjast her á livetiming.se, umframt at øll kappingin sæst á YouTube-rásini hjá Svimjisambandi Føroya
ABMS 2021 nú við finalu fyri hvønn aldursbólk
Av tí at tíðin var ríkilig í morgun, so royna vit okkum nú seinnapartin við einum ‘finaluriðli’ til hvønn aldursbólk. Tað vil siga, at síðstu riðlarnir eru skipaðir soleiðis, at hvør aldursbólkur hevur sín egna riðil, har heiðursmerkini tá allarhelst … Continue reading








