Author Archives: rokur
So er tað ABMS 2021
Í morgin ári byrjar Aldursbólkameistarastevnan 2021, har einir 78 av okkara evnaríkastu ungu svimjarum fara at royna seg, hesar tríggjar dagarnar í Klaksvíkar Svimjihøll. Høllin er gjørd klár til kapping, og vit ætla at stroyma frá allari stevnuni. Innbjóðing til … Continue reading
ST samtykt fyrimyndarreglur til at umganga druknivanlukkur
Sameindu Tjóðir heitir nú á øll lond um gera átøk til at umganga druknivanlukkur, sum lýst í hesum fyrimyndarreglum sum vórðu einmælt samtyktar av ST í gjár. Samstundis verður 25. juli nú framyvir alheims dagur til fyribyrging av druknivanlukkum, við … Continue reading
Startlisti til ABMS 2021
Her eru startlistarnir til AldursBólkaMeistarstevnuna 2021, sum Svimjisamband Føroya skipar fyri saman við Ægir í Klaksvíkar Svimjihøll, nú fríggjadagin 30. apríl til og við sunnudagin 2. mai. Startlistarnir síggjast eisini her á livetiming.se Tilsamans eru tey einir 78 svimjarar – … Continue reading
Úttøkuskipan til NMU 2021 í Litava
Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til komandi Norðurlendsku Meistarastevnu fyri Ung, sum verður í Klaipėda í Litava frá 10. til 11. juli 2021. Gevið gætur, at hendan ferðin bara verður gjøgnumførd í tann mun sum koronastøðan loyvir tí, har … Continue reading
SmartPaddle-greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum
Her er ein rættiliga áhugaverd greining av frísvimjingini hjá Rólandi Toftum, sum vit í Svimjisambandinum hava fingið gjørt við hjálp av okkara nýinnkeyptu SmartPaddle-útgerð, og finska granskaranum sum hevur mennt hesa útgerð.
Úrslit frá HS-stevnuni 17. apríl 2021
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4, sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, í dag leygardagin hin 17. apríl. Gevið gætur, at 25m-kappingarnar vórðu skipaðar sum stuttleikakappingar, ið tí ikki geva FINA-góðkend … Continue reading








