Luttakaralistar til FML & JML 2021

Her eru luttakaralistarnir til FøroyaMeistarastevnuna og JuniorMeistarastevnuna í kappsviming á Langgeil 2021, sum Svimjisamband Føroya og Suðuroyar Svimjifelag skipa fyri í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli 2021, nú sum partur av eisini Føroyaleikum 2021.

Beinta og Ásbjørg dystast um gullið á FM 2016

Luttakaralistarnir síggjast eisini her á livetiming.se, umframt startlistarnir tá ið teir fara til prentingar, og úrslitini so hvørt sum kappast verður.

Skráin er hendan – Gevið gætur at JM verður avgreitt í morgunriðlunum:

  • 1. partur: Fríggjamorgun 9. juli frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 2. partur: Fríggjadag 9. juli frá kl 17:00 – FM finalur
  • 3. partur: Leygarmorgun 10. juli frá kl 09:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 4. partur: Leygardag 10. juli frá kl 17:00 – FM finalur
  • 5. partur: Sunnumorgun 11. juli frá kl 08:30 – JM umframt FM innleiðandi riðlar
  • 6. partur: Sunnudag 11. juli frá kl 14:00 – FM finalur

Tilsamans eru tey 26 konufólk og 29 mannfólk, sum hava meldað 336 ferðir sum einstaklingar og 48 ferðir sum lið, til tær 42 kappingar sum eru á hesum FM og JM 2021.

Ætlanin er at stroyma frá hesi stevnu, á YouTube-rásini hjá SSF

Vegna SSF

Rókur

This entry was posted in Kapping. Bookmark the permalink.