Author Archives: rokur
SSF fráboðan um ABMS og FMS 2021
Góðu tit øll, Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava avgjørt at vilja býta um uppá dagfestingarnar fyri ætlaðu Aldursbólkameistarastevnu og Føroyameistarastevnu á stuttgeil í vetur, soleiðis at Føroyameistarastevnan á stuttgeil 2021 nú verður heldur hin 12. til 14. november 2021, og … Continue reading
Tempus.fo í luftina
So er nýggja stevnuskipanin hjá føroysku svimjingini sett upp og klár at nýta, sum vit fara at brúka til at lýsa við svimjistevnum, savna inn tilmeldingar og úrslit, og til at draga samanum við hagtølum og styrkislistum.
Innbjóðing til HS Open 11. og 12. september 2021
Her er innbjóðing til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin og sunnudagin hin 11. og 12. september 2021. Hetta er fyrsta stevna í svimjiárinum 2021-2022.
Góðar tíðir eisini 2. dag á NMU 2021 í Klaipeda
Tær báðar Lea Osberg Højsted úr Ægir og Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag hildu á við at svimja flottar tíðir, nú triði og síðsti stevnupartur varð avgreiddur í gjár. Sí úrslitalistarnar her Jóhanna svam 4:54.24 í 400 frí, har besta … Continue reading
Úrslit frá FM & JM á langgeil 2021
Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á langgeil 2021, í Páls Høll í Vági hin 9. til 11. juli, sum partur av eisini Føroyaleikum 2021. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se og her á SwimRankings
Gongur upp á stás í Klaipeda
Meðan Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan og Føroyaleikir 2021 verða avgreiddir í Vági, og meðan Bartal E. Eidesgaard og Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag svimja framúr á EJM í Róm, so hava eisini Jóhanna Ólavsdóttir úr Fuglafjarðar Svimjifelag og Lea Osberg Højsted … Continue reading








