Author Archives: rokur
Luttakaralistar til FM og JM á stuttgeil 2021
Nú fríggjamorgunin byrjar Føroyameistarastevnan og Juniormeistarastevnan á stuttgeil 2021, við innleiðandi riðlum og juniormeistarastevnu fyrrapart, og síðani FM-finalum seinnapart. Luttakaralistarnir síggjast her á livetiming.se
Innbjóðing til ABMS 2021 (2)
Her er innbjóðing til Aldursbólkameistarastevnu í Klaksvíkar Svimjihøll hin 11. desember 2021. Hetta er næsta ABMS í 2021, tískil hatta “(2)”.
Fráboðan frá svimjinevnd SSF um FM og JM á stuttgeil 2021
Svimjinevnd SSF hevði aftur í gjárkvøldið fund um støðuna við korunu í mun til FM og JM á stuttgeil 2021 og metir, at fráboðaða kappingarskráin skal fylgjast, sum send út sunnukvøldið hin 7. november. Tó eru ábendingar um at koronutilmælini … Continue reading
SSF fráboðan um FM og JM á stuttgeil 2021
Góðu tit øll, Starvsnevnd og svimjinevnd SSF hava á fundi í kvøld samtykt at vilja halda áfram við fyriskipanini av ætlaðu Føroyameistarastevnu og Juniormeistarastevnu hin 12. til 14. november 2021, tó við fylgjandi tillagingum og avmarkingum vegna støðuna við korona. … Continue reading
ÍSF søkir eftir samskipara at fyrireika Føroyaleikir 2022
”Brennir tú fyri føroyskum ítrótti og vilt tú vera við at gera Føroyaleikir 2022 til nakað heilt serligt?” So er tað tær, vit leita eftir!! Samskipari til Føroyaleikir – Ítróttasamband Føroya (isf.fo)
Úttøka til HM á stuttgeil 2021 í Abu Dhabi
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja taka út fylgjandi svimjarar til HeimsMeistarastevnuna á stuttgeil 2021, sum verður í Abu Dhabi í Sameindu Arabisku Emiratunum frá 16. til 21. desember 2021: Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS Vár E. Eidesgaard (2001), HS Bartal … Continue reading








