Aftur í kvøld gekk tað væl hjá teimum føroysku svimjarum sum høvdu kvalifiserað seg til fyrsta finalukvøld á NM/NJM 2023 í Tartu í Estlandi. Bartal setti føroyskt met í 100 bringu, Líggjas vann sær gullnál í 400 frí, Isak var bara tríggjar hundraðpartar frá bronsuni í 100 firvald, og dreingirnir settu junior-landsliðsmet í 4×200 frí.
- í 400 frí fyri junior-kvinnur varð Róa Trygvadóttir (2008) Ægir nr 8 við 4:33.02
- í 400 frí fyri junior-menn varð Líggjas Joensen (2008) Ægir nr 6 við 3:55.22. Hetta var persónligt met, og hartil nóg skjótt til at hann hervið hevur vunnið sær gullnál
- í 200 firvald fyri junior-kvinnur varð Jóhanna Ólavsdóttir (2007) FS nr 5 við 2:23.43
- í 100 firvald fyri junior-menn varð Isak Brisenfeldt (2006) HS nr 4 við 55.29. Hetta var persónligt met, og er Isak nú næstskjótasti føroyingur nakrantíð í hesi grein
- í 100 bringu fyri para-menn varð Andrias Mellemgaard (2009) HS nr 7 av øllum við 1:37.61, og nr 1 í bólkinum SB9
- í 100 bringu fyri menn varð Bartal E. Eidesgaard (2003) HS nr 6 við 1:02.19. Hetta var persónligt met, og hartil stórt nýtt føroyskt met
- í 4×200 frí fyri junior-kvinnur svumu Lea Højsted, Lea Petersen, Jóhanna og Róa seg til eitt 8. pláss við 9:05.00
- í 4×200 frí fyri junior-menn svumu Isak, Líggjas, Heini og Fróði seg til eitt 8. pláss og stórt nýtt føroyskt junior-landsliðsmet, við 7:38.99 har metið var 7:58.28. Føroyska landsliðsmetið er 7:38.64, so teir vóru tætt við tað eisini.