Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open Mars 2022” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni “HS Open Mars 2022” sum Havnar Svimjifelag skipaði fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars. Úrslitini finnast eisini her á livetiming.se og her á swimrankings.net

Suðuroyingar settu fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 4 ferðir 50 metra blandaðari svimjing, tá ið teir á “HS Open” í Svimjihøllini í Gundadali svumu hendan samlaða tein uppá tilsamans 1 minutt, 48 sekund og 36 hundraðpartar. Sí úrslitalistan her

Her eru startlistarnir til svimjistevnuna “HS Open” sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars 2022.

Svimjinevnd SSF hevur nú staðfest tað sum kalendarafundurin herfyri avgjørdi, at flyta FøroyaMeistarastevnuna á langgeil 2022 til á Hvítusunnu, tvs. leygardagin hin 4. til mánadagin hin 6. juni 2022. Sostatt verður SuSvim Open av ongum, sum var ásett til sama vikuskifti.

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, leygardagin hin 9. apríl 2022 frá kl 09:30.
Sí viðfesta skjal: ssf-adalfundur-2022-frabodan.pdf

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.
Vegna starvsnevnd SSF
Rókur
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimijfelag skipaði fyri í svimjihylinum á Tvøroyri í dag, leygardagin hin 5. mars 2022. Hetta var stevna fyri okkara yngru aldursbólkar.

You must be logged in to post a comment.