Sørvingar eru óførir svimjarar

Nú fleiri enn 1000 fólk hava prógvað seg sum svimjarar, við at klára at svimja 200 metrar uttan íhald ella hjálpitól, so er tað merkisvert at 100 av hesum gjørdu tað í svimjihøllini í Sørvági. Bæði tí at tað er 10% av øllum sum kláraðu royndina, og hartil eini 8% av øllum íbúgvum í Sørvágs kommunu.

Klárar tú 200 í Sørvági

Eitt annað merkisvert tal, er at allir næmingarnir hava klárað hesar 200, sum ganga í fimtaflokki í Sørvágs skúla. Tað er tann árgangur sum vit plaga at spyrja um svimjihug- og førleika, tá ið tann kanningin er, og har tað í 2018 vóru bara 43.3% av øllum næmingum í Føroyum sum kláraðu hetta sama.

Her eru nakrar myndir frá svimjiførleikatiltaki í Sørvági í dag

Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Sørvingar eru óførir svimjarar

Nú hava 1000 klárað 200

Í dag upprann dagurin tá ið tilsamans 1000 fólk hava prógvað seg at klára at svimja 200 metrar, í svimjiførleikaátakinum sum Svimjisambandi Føroya byrjaði hin 3. desember, har sjálvur Løgmaður var fyrsti svimjari.

Klárar tú 200 í Klaksvíkar Svimjihøll
Continue reading
Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Nú hava 1000 klárað 200

Dagførdir lívbjargarar í Gundadali, Eysturskúlanum og á Sandoy

Svimjisamband Føroya skipaði nú fyrr í vikuni fyri lívbjargingarroynd í Svimjihøllini í Gundadali, har hesi 7 stóðu royndina – ein til at kunna vera lívbjargari í Sandoyar Meginskúla og tveir til at kunna vera lívbjargarar í Eysturskúlanum. Sørin S. Djurhuus var lívbjargingardómari, og fingu tey í sama viðfangi handað eisini nýggju svimjinálina, eftirsum 200m er partur av eisini lívbjargararoyndini.

Dagførdir lívbjargarar í Gundadali, Sørin S. Djurhuus eigur myndina
Posted in Lívbjarging | Comments Off on Dagførdir lívbjargarar í Gundadali, Eysturskúlanum og á Sandoy

Elisabeth er ársins stjørnuskot 2021

Hetta hava tit sikkurt øll fingið við – men Elisabeth Erlendsdóttir úr Havnar Svimjifelag vann nú leygarkvøldið heiðurin sum ársins stjørnuskot 2021, tá ið Ítróttasamband Føroya skipaði fyri Ítróttafagnaðinum 2021. Til lukku Elisabeth!

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Elisabeth er ársins stjørnuskot 2021

Innbjóðing til Ægir Open 19. – 20. februar 2022

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “Ægir Open” sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, leygardagin hin 19. og sunnudagin hin 20. februar 2022.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til Ægir Open 19. – 20. februar 2022

FINA kunnger serstakt HM í Budapest í juni 2022

Altjóða svimjisambandið FINA kunngjørdi fyri løtu síðani, at ‘ekstraordinert’ HM verður í Budapest í Ungarn í juni 2022, í staðin fyri avlýst HM í Tokyo í mai 2022. Hetta til at umganga at heimsins bestu svimjarar missa møguleikan í 2022, at kappast á hægsta støði.

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on FINA kunnger serstakt HM í Budapest í juni 2022