LEN útihýsir russum og hvítarussum frá sínum stevnum

Stjórnin í LEN hevur á fundi samtykt at ikki vilja bjóða russum og hvítarussum til síni tiltøk, vegna støðuna í Ukraina. Hetta til at fylgja áheitanini frá altjóða olympisku nevndini IOC.

Image courtesy of www.tOrange.biz Valdemar FishmenCC BY 2.0
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on LEN útihýsir russum og hvítarussum frá sínum stevnum

SSF-kalendarin 2022-23 avtalaður

Svimjinevnd SSF skipaði í gjár fyri kalendarafundi í hølunum í Saltangará, har umboð úr øllum føroysku svimjifeløgum møttust saman við svimjinevnd og starvsnevnd og landsliðsvenjara SSF, at avtalað kalendaran fyri svimjiárið 2022-23.

Millum annað varð avtalað at royna eina nýggja føroyameistarastevnu fyri lið, og at royna eina nýggja aldursbólkameistarastevnu kallað ‘ABMS Sprint’ í november. Umframt at annað varð umrøtt, so sum tørvur á nýggjum dómarum.

Avtalaðu tiltøk síggjast nú í kalendara SSF

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF-kalendarin 2022-23 avtalaður

Innbjóðing til HS Open 12. – 13. mars 2022

Her er innbjóðing til svimjistevnuna HS Open sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin 12. og sunnudagin 13. mars 2022.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS Open 12. – 13. mars 2022

HM fyri juniorar avlýst og HM á stuttgeil óvist, vegna russisku innrásina í Ukraina

Altjóða svimjisambandið FINA hevur fyri løtu síðani kunngjørt, at HeimsMeistarastevnan fyri juniorar 2022 er avlýst, sum skuldi vera í Kazan í Russlandi í august, og at FINA ikki fer at skipa fyri nakrari stevnu í Russlandi, so leingi sum hendan kreppustøða er við russisku innrásini í Ukraina.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on HM fyri juniorar avlýst og HM á stuttgeil óvist, vegna russisku innrásina í Ukraina

Joint statement of the Nordic Swimming Federations regarding the invasion of Ukraine

The Nordic Swimming Federations strongly condemn the invasion of Ukraine by the Russian government supported by the government of Belarus. We call on the international aquatics’ community, and especially FINA, to immediately suspend Russia and Belarus from all involvement in international aquatics until a peaceful resolution of this conflict. All parties should be able to take part in future sporting activities on equal terms.

Image courtesy of www.tOrange.biz Valdemar Fishmen, CC BY 2.0
Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Joint statement of the Nordic Swimming Federations regarding the invasion of Ukraine

Nálir handaðar á Ægir Open 19. og 20. februar 2022

Hesir svimjarar fingu handað nál á Ægir Open nú í vikuskiftinum:

Talentnál

  • Sirið Vesturtún (2011, FS) 36.74 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
  • Heiðrun Bogadóttir Enni (2010, HS) 37.03 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
  • Jórun Winther (2011, SuSvim) 36.66 í 50 frí (á langgeil) á SuSvim Open 27. nov. 2021
  • Símun Sámal Joensen (2009, HS) 1:10.63 í 100 frí (á stuttgeil) á Ægir Open 19. feb. 2022
  • Silas Hansen (2008, FLOT) 31.69 í 50 frí (á stuttgeil) á Ægir Open 19. feb. 2022

Bronsunál við stjørnu

Bjarta í Lágabø (2009, SuSvim) 35.02 í 50 rygg (á langgeil) á Reykjavík International Games 31. januar 2022

Posted in Kapping | Comments Off on Nálir handaðar á Ægir Open 19. og 20. februar 2022