Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjfelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið hin 3. og leygardagin hin 4. oktober 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjfelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, fríggjakvøldið hin 3. og leygardagin hin 4. oktober 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 20. september 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Svimjihøllin í Gundadali var í vikuskiftinum karmur um felags venjingarlegu hjá Svimjisambandi Føroya og Sundsamband Íslands, fyri svimjarar fødd í 2009 til 2012. Skipað var fyri felagsvenjingum fríggjakvøld og sunnumorgunin, landsdysti leygardagin og hugnaløtu leygarkvøldið, umframt at tey ótu saman.

Tað frættist úr Suðuroy, at tey í dag hava skrivað sáttmála við Jón Bjarnason, at verða høvuðsvenjari aftur hjá Suðuroyar Svimjifelag. Jón hevur verið burturi frá felagnum har suðuri í eina tíð, men hevur tó verið virkin í svimjingini, sum lærari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, og sum landsliðsvenjari og limur í svimjinevnd SSF.

Íslendska svimjisambandið verður í oktober vertur fyri svimjiskúlaskeiði hjá European Aquatics, sum er partur av átakinum Swim Safe Europe, til at styrkja um svimjiundirvísingina til børn frá 3 til 12 ára aldri. Hetta fyrsta skeiðið er fyrst og fremst ætlað íslendskum og føroyskum venjarum, lærarum og instruktørum, og verður fyrst fýra tímar á netinum og síðani eitt vikuskifti í Reykjavík. Sí sundsamband.is
Melda til her á eaacademy.eu

Her er úttøkuskipanin til EM á stuttgeil 2025 í Lublin í Póllandi hin 2. til 7. desember 2025, sum samtykt av starvsnevnd SSF

Vegna starvsnevnd SSF
Vinarliga
Rókur
You must be logged in to post a comment.