Rakul og Dan úttikin sum dómarar til EM á stuttgeil 2025

European Aquatics fráboðaði í gjár, at Rakul í Lágabø og Dan Hjelm eru millum úttiknu dómarar til EM á stuttgeil 2025, sum verður í Lublin í Póllandi hin 2. til 7. desember 2025. Tey eru bæði altjóða dómarar, sí listan her hjá World Aquatics

Posted in Kapping | Comments Off on Rakul og Dan úttikin sum dómarar til EM á stuttgeil 2025

Gallaveitsla á Viðareiði 15. november 2025

Góðu svimjifeløg í Føroyum,

Vit vilja aftur í ár bjóða tykkum á Galla veitslu., sum verður hildin leygarkvøldið 15. november kl. 18. Vit fingu góðar afturmeldingar í fjør, og halda sjálvi tað eydnaðist orduliga væl – tí vóna vit, at vit aftur í ár kunnu fáa eitt stuttligt og hugnaligt kvøld saman.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Gallaveitsla á Viðareiði 15. november 2025

Evropeiskt svimjifrálæruskeið í Íslandi

Umboð fyri føroysk feløg og SSF vóru í vikuskiftinum á svimjifrálæruskeiði í Íslandi, at hoyra um nýggja Swim Safe Europe átakið hjá European Aquatics, við tilhoyrandi frálæruskipan. Eini 30 fólk vóru á skeiðnum tilsamans, íroknað 8 føroyingar úr FLOT, Hellufossi, Ægir og SSF.

Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Evropeiskt svimjifrálæruskeið í Íslandi

Innbjóðing til Ægir Open 24. – 25. oktober 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Ægir skipar fyri í Klaksvíkar Svimjihøll, fríggjakvøldið 24. og leygardagin 25. oktober 2025. Hetta er opin stevna.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til Ægir Open 24. – 25. oktober 2025

Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Turkalandi

Í hesum døgum er størsta svimjifelag í landinum, Havnar Svimjifelag, á venjingarlegu í Turkalandi. Fríggjadagin 10. oktober fóru, 21 svimjarar, 4 leiðarar og venjarar, úr Føroyum við Atlantic og fleyg yvir París til Antalya. Liðið verður aftur í Føroyum sunnudagin 19. oktober.

Continue reading
Posted in Venjing | Comments Off on Havnar Svimjifelag á venjingarlegu í Turkalandi

Innbjóðing til FM/JM á stuttgeil 2025

Her er innbjóðing til Føroyameistarastevnuna og Juniormeistarastevnuna á stuttgeil 2025, sum Svimjisamband Føroya og Ægir skipa fyri í Klaksvíkar Svimjihøll hin 7. til 9. november 2025.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FM/JM á stuttgeil 2025