Nýtt juniorlandsliðsmet í 4×200 frí

So er NM/NJM 2022 væl og virðiliga byrjað, við innleiðandi riðlum leygarmorgun og finalum leygarkvøldið. Føroyska stafettin fyri dreingir setti í finaluni 4×200 frí juniorlandsliðsmet, við tíðini 7:58.23 har metið frá 2015 var 7:58.75.

Bárður, Líggjas, Heini og Isak í Bergen. Kristian Martin Joensen eigur myndina

Teir fýra sum svumu í finaluni nú, vóru Isak Brisenfeldt (2006, HS) 1:57.53, Bárður Ólavsson (2008, FS) 2:06.52 , Heini M. Askham (2006, Ægir) 1:56.71 og Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:57.47.

Teir fýra sum svumu í 2015, vóru Marius Gardshorn (1998, HS) 1:56.11, Róland Toftum (1998, SuSvim) 1:58.01, Rói Bech (2001, SuSvim) 2:02.79 og Rókur Trygvason (2000, Ægir) 2:01.84

Posted in Kapping | Comments Off on Nýtt juniorlandsliðsmet í 4×200 frí

Luttakaralistar til NM/NJM 2022

Í morgin ári byrjar Norðurlendska Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnan í svimjing 2022, sum í ár er í Bergen í Noregi, við luttøku av eisini 10 føroyskum svimjarum. Stevnusíðan er her, har til ber at finna startlistarnar, umframt leinki til stroyming og annað.

Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar til NM/NJM 2022

Úrslit frá FS-stevnuni 3. desember 2022

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, nú leygardagin hin 3. desember 2022.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FS-stevnuni 3. desember 2022

Luttakaralistar til FS-stevnuna 3. desember 2022

Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, nú leygardagin hin 3. desember 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Fyriskipararnir boða frá, at av tí at tað eru so nógvar tilmeldingar til bólk 1 og 2, so rokna tey ikki við at seinni partur kann byrja fyrr enn við upphiting frá kl 16.

Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar til FS-stevnuna 3. desember 2022

Innbjóðing til FS-stevnu 3. desember 2022

Her er innbjóðing til svimjistevnu í Fuglafirði hin 3. desember 2022, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri. Talan er um stevnu fyri okkara yngstu bólkar, 1 til 4.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FS-stevnu 3. desember 2022

Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2022

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarstevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2022, sum var í Svimjihøllini í Gundadali nú hin 11. til 13. november 2022. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á tempus.fo og her á SwimRankings.net

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá FM og JM á stuttgeil 2022