Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 14. og 15. januar 2023.

Her er innbjóðing til svimjistevnuna SuSvim Open sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll hin 14. og 15. januar 2023.

Róland Toftum setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing fyri menn á stuttgeil, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Bergen Swim Festival svam hendan teinin uppá 28 sekund og 30 hundraðpartar. Hann átti sjálvur føroyska metið á 28.37 sekund, frá NM í Tórshavn í 2019.

So er NM/NJM 2022 væl og virðiliga byrjað, við innleiðandi riðlum leygarmorgun og finalum leygarkvøldið. Føroyska stafettin fyri dreingir setti í finaluni 4×200 frí juniorlandsliðsmet, við tíðini 7:58.23 har metið frá 2015 var 7:58.75.

Teir fýra sum svumu í finaluni nú, vóru Isak Brisenfeldt (2006, HS) 1:57.53, Bárður Ólavsson (2008, FS) 2:06.52 , Heini M. Askham (2006, Ægir) 1:56.71 og Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:57.47.
Teir fýra sum svumu í 2015, vóru Marius Gardshorn (1998, HS) 1:56.11, Róland Toftum (1998, SuSvim) 1:58.01, Rói Bech (2001, SuSvim) 2:02.79 og Rókur Trygvason (2000, Ægir) 2:01.84
Í morgin ári byrjar Norðurlendska Meistarastevnuna og JuniorMeistarastevnan í svimjing 2022, sum í ár er í Bergen í Noregi, við luttøku av eisini 10 føroyskum svimjarum. Stevnusíðan er her, har til ber at finna startlistarnar, umframt leinki til stroyming og annað.

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni fyri okkara yngstu aldursbólkar, sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, nú leygardagin hin 3. desember 2022.

Her eru luttakaralistarnir til svimjistevnuna sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipar fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, nú leygardagin hin 3. desember 2022. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.
Fyriskipararnir boða frá, at av tí at tað eru so nógvar tilmeldingar til bólk 1 og 2, so rokna tey ikki við at seinni partur kann byrja fyrr enn við upphiting frá kl 16.

You must be logged in to post a comment.