Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023

Líggjas Joensen úr Ægir vann fyri løtu síðani gull á Reykjavík International 2023, tá ið hann í 1500 metra frísvimjing á langgeil svam seg til úrslitið 16:47.36, frammanfyri íslendska Magnus Vidir Jónsson á 16:48.78 og slovakiska Richard Urban á 17:15.40.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Líggjas 16:47.36 og gull í 1500 frí á Reykjavík International 2023

Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu

Lea Osberg Højsted úr Ægir svam seg í kvøld til flott føroyskt met og juniormet í 50 metra bringusvimjing á langgeil, tá ið hon í innleiðandi riðlunum á Reykjavík International 2023 svam næstbestu tíð av øllum, 34.31 sekund.

Lea í Laugardali. Janus M. Joensen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Lea 34.31 og føroyskt met í 50 bringu

Rúgva av føroyskum svimjarum til Reykjavík International Swim Meet 2023

Íslendska svimjisambandið skipar nú í vikuskiftinum fyri Reykjavík International Swim Meet 2023, har eisini ein rúgva av føroyskum svimjarum fara at luttaka. Startlistin sæst her á SwimRankings, og sum skilst fara tey at stroyma eisini.

Reykjavík. Image courtesy of Hedwig Storch, CC BY-SA 3.0
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Rúgva av føroyskum svimjarum til Reykjavík International Swim Meet 2023

Úttøka til ungdómslandsliðslegu í Vági, 10. – 12. februar 2023

Her er úttøka til ætlaðu venjingarlegu í Vági, vikuskiftið 10. til 12. februar 2023, umframt tilhoyrandi skrá. Leggið til merkis, at tey yngru fara heim leygarkvøldið 11.

Feløgini eru biðin um at fráboða í seinasta lagi mánadagin hin 30. januar 2023, um hvørjir svimjarar hjá temum ið velja at taka av hesum tilboði ella ei.

Posted in Venjing | Comments Off on Úttøka til ungdómslandsliðslegu í Vági, 10. – 12. februar 2023

Innbjóðing til FLOT-stevnu 4. februar 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihøllini á Toftum, leygardagin hin 4. februar 2023.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FLOT-stevnu 4. februar 2023

Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni SuSvim Open, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin 14. og sunnudagin 15. januar 2023. Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, her á Swimify, her á Tempus og her á SwimRankings

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SuSvim Open 14. og 15. januar 2023