Startlisti til SuSvim-stevnuna 4. mars 2023

Her eru luttakaralistar og skráir til báðar stevnupartarnar á svimjistevnuni sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri í Páls Høll í Vági, nú leygardagin hin 4. mars 2023. Hetta var stevna sum upprunaliga skuldi verða í svimjihøllini á Tvøroyri, ið av serligum orsøkum er flutt til Vágs.

Fyriskipararnir heilsa:

Upphiting er enn kl 09:30 og kapping kl 10:30.

Vit hava flutt startin av tí seinna partinum til kl 13 í staðin fyri kl 14.

Fyrri parturin endar ca kl 12, so tað verður ca 1 tími til upphiting til tey eldru eisini 🙂

Vit hava valt ikki at broyta kappingarnar, hóast at hylurin er 16m, soleiðis at

1 longd er 12,5m
2 longdir eru 25m
3 longdir eru 50m
6 longdir eru 100m

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Startlisti til SuSvim-stevnuna 4. mars 2023

Svimjistevnan 4. mars flutt til Vágs

Góðu tit øll

Suðuroyar Svimjifelag boðar frá, at tey vegna serligar umstøður mugu flyta svimjistevnuna sum skuldi verða í svimjihylinum á Tvøroyri, nú leygardagin hin 4. mars, til heldur at verða í Páls Høll í Vági. Tey koma at svimja breiddir í Vági.

Vinarliga

Rókur

Posted in Kapping | Comments Off on Svimjistevnan 4. mars flutt til Vágs

Úttøkuskipan til NM/NJM og EMS 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt viðfestu úttøkuskipan til Norðurlendsku Meistarstevnuna og JuniorMeistarastevnuna í Tartu í Estlandi hin 1. til 3. desember 2023, umframt til EvropaMeistarastevnuna á Stuttgeil í Bucharest í Rumenia hin 5. til 10. desember 2023. Fyrivarni verður tikið fyri feilum og møguligum broytingum.

Image courtesy of Sergei Gussev, CC BY 2.0
Posted in Kapping | Comments Off on Úttøkuskipan til NM/NJM og EMS 2023

Kalendarin avtalaður fram til árslok 2024

Rætting 28. februar 2023: Har var ein prentvilla í virksemisætlanini, HM fyri juniorar verður ikki í Singapore men í Netanya, Ísrael. Er nú broytt her.

Svimjisambandið hevði sín árliga kalendarafund í kvøld, har feløgini saman við sambandinum løgdu kalendaran fyri svimjiárið 2023-2024, og sum nakað nýtt eisini líka fram til árslok 2024. Samtykti kalendarin sæst longu á vanliga stað, ssf.fo/kalendari

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Kalendarin avtalaður fram til árslok 2024

Úttøka til Danish Open 2023

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til Danish Open 2023, sum verður í Bellahøj Svømmestadion í Brønshøj hin 1. til 4. apríl 2023. Hetta sum tilmælt av landsliðsvenjaranum:

  • Alisa Vestergård (2003), SuSvim
  • Bartal Debes (2002), SuSvim
  • Bartal E. Eidesgaard (2003), HS
  • Bjarta í Lágabø (2009), SuSvim
  • Elisabeth Erlendsdóttir (2005), HS
  • Eyðrið Mortensen (2003), HS
  • Heini M. Askham (2006), Ægir
  • Isak Brisenfeldt (2006), HS
  • Jóhanna Ólavsdóttir (2007), FS
  • Jón Hofgaard (1992), SuSvim
  • Jonna Joensen (2005), Ægir
  • Lea O. Højsted (2008), Ægir
  • Líggjas Joensen (2008), Ægir
  • Róa Trygvadóttir (2008), Ægir
  • Róland Toftum (1998), SuSvim
  • Vár E. Eidesgaard (2001), HS
Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úttøka til Danish Open 2023

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður á Panorama á Hotel Hafnia á Áarvegi 8 í Tórshavn, hóskvøldið hin 23. mars 2023 frá kl 18:00.

Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2023-innkalling-2.pdf

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2023