Lea 1:11.47 og føroyskt met í 100 bringu

Lea Osberg Højsted (2008) úr Ægir setti í kvøld føroysk met og juniormet í 100 metra bringusvimjing á stuttgeil, tá ið hon á Atlantic Open 2023 stevnuni í Havn svam seg til úrslitið 1:11.47. Ásbjørg Hjelm átti føroyska metið og juniormetið á 1:11.53, frá FM á stuttgeil í 2015. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Comments Off on Lea 1:11.47 og føroyskt met í 100 bringu

Isak 2:06.94 og ájavnt við juniormetið í 200 firvald

Isak Brisenfeldt (2006) úr Havnar Svimjifelag svam í gjár ájavnt við føroyska juniormetið í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann á Atlantic Open stevnuni í Havn svam hendan tein uppá 2:06.94, har juniormetið hjá Óla Mortensen frá 2014 var og er júst hendan tíð. Sí úrslitalistan her

Posted in Kapping | Comments Off on Isak 2:06.94 og ájavnt við juniormetið í 200 firvald

Innbjóðing til HS-stevnu 22. apríl 2023

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 22. apríl 2023, fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til HS-stevnu 22. apríl 2023

Luttakaralistar til Atlantic Open 2023

Um eina viku byrjar Atlantic Open 2023, sum er síðsti kjansur at klára kravtíð til Oyggjaleikir á Guernsey í summar. Viðfestur er luttakaralistin nú tilmeldingarfreistin er farin, tilmeldingarnar síggjast eisini her á livetiming.se og her á swimify.com

Continue reading
Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Luttakaralistar til Atlantic Open 2023

Innbjóðing til ABMS 2023

Her er innbjóðingin til Aldursbólkameistarastevnuna 2023 (ABMS 2023), sum verður í Klaksvíkar Svimjihøll hin 6. og 7. mai 2023.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Innbjóðing til ABMS 2023

Broyting í reglugerð SSF um bólkabýti

Sum fylgja av at World Aquatics og LEN herfyri broytti junioraldurin hjá kvinnum, so samtykti aðalfundur SSF hin 23. mars 2023 at vilja broyta sínar aldursbólkar eisini, so at junioraldurin hjá okkum aftur er sum í altjóða høpi, frá 1. apríl 2023 at rokna.

vegna SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur, Lógir og reglugerðir | Comments Off on Broyting í reglugerð SSF um bólkabýti