Her eru luttakaralistar til svimjistevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 22. apríl 2023. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4. Innbjóðingin sæst her

Her eru luttakaralistar til svimjistevnuna sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú leygardagin hin 22. apríl 2023. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar, 1 til 4. Innbjóðingin sæst her

Starvsnevnd SSF og landsliðsvenjarin hava á fundi í kvøld samtykt at vilja taka út hesar svimjarar til Oyggjaleikir 2023:
Hetta eru tey sjey sum hava klárað kravtíð til hesar Oyggjaleikir, umframt fýra afturat grundað primært á hægstu FINA-stig klárað á stuttgeil í kravtíðarskeiðnum.

Ægir (2006) setti á Atlantic Open 2023 stevnuni í kvøld føroyskt juniormet í 4×100 blandað fyri mix-lið, við at svimja 4:16.07 har metið hjá Ægir frá FM á stuttgeil í 2022 var 4:16.83. Tey sum svumu fyri Ægir, vóru Líggjas Joensen (1:02.94 í 100 rygg), Lea O. Højsted (1:14.01 í 100 bringu), Jonna Joensen (1:05.81 í 100 firvald) og Heini M. Askham (53.31 í 100 frí). Sí úrslitalistan her

So eru síðstu kappingar avgreiddar á Atlantic Open 2023, sum var ein jalig kappingum við nógvum góðum tíðum og persónligum betringum, umframt nøkur met og onkrar kravtíðir eisini. Úrslitini síggjast her á Swimify, her á livetiming.se, og her á SwimRankings, umframt í viðfestu fílu

Svimjisambandið stroymar frá Atlantic Open 2023 her á YouTube. Úrslitini síggjast so hvørt her á livetiming.se og her á Swimify. Kravtíðirnar til Oyggjaleikir síggjast her
Continue readingÆgir setti í kvøld stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra frísvimjing fyri mix-lið, tá ið tey á Atlantic Open 2023 stevnuni í Havn svumu seg til gull og úrslitið 3:47.23. Ægir átti juniormetið á 3:58.80, frá FM á stuttgeil í 2021. Sí úrslitalistan her

You must be logged in to post a comment.