Startlistar til FM og JM á stuttgeil 2025

Árliga FøroyaMeistarastevnan og JuniorMeistarastevnan á Stuttgeil verður nú í vikuskiftinum, fyri fyrstu ferð í mong ár í Klaksvík. Tilsamans eru tey eini 56 sum hava meldað til hesa stevnu, sum byrjar fríggjamorgunin kl 09:30. Sí startlistarnar her á Swimify

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Startlistar til FM og JM á stuttgeil 2025

Úrslit frá SHF-stevnuni 1. november 2025

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Hellufossur skipaði fyri í Kvívík, nú leygardagin hin 1. november 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá SHF-stevnuni 1. november 2025

Úrslit frá Ægir Open 24. – 25. oktober 2025

Ægir skipaði nú 24. og 25. oktober 2025 fyri Ægir Open í Klaksvíkar Svimjihøll. Almenni úrslitalistin er viðfestur her niðanfyri, og síggjast úrslitini annars her á Swimify

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Ægir Open 24. – 25. oktober 2025

Rakul og Dan úttikin sum dómarar til EM á stuttgeil 2025

European Aquatics fráboðaði í gjár, at Rakul í Lágabø og Dan Hjelm eru millum úttiknu dómarar til EM á stuttgeil 2025, sum verður í Lublin í Póllandi hin 2. til 7. desember 2025. Tey eru bæði altjóða dómarar, sí listan her hjá World Aquatics

Posted in Kapping | Comments Off on Rakul og Dan úttikin sum dómarar til EM á stuttgeil 2025

Gallaveitsla á Viðareiði 15. november 2025

Góðu svimjifeløg í Føroyum,

Vit vilja aftur í ár bjóða tykkum á Galla veitslu., sum verður hildin leygarkvøldið 15. november kl. 18. Vit fingu góðar afturmeldingar í fjør, og halda sjálvi tað eydnaðist orduliga væl – tí vóna vit, at vit aftur í ár kunnu fáa eitt stuttligt og hugnaligt kvøld saman.

Continue reading
Posted in Felagsskapur | Comments Off on Gallaveitsla á Viðareiði 15. november 2025

Evropeiskt svimjifrálæruskeið í Íslandi

Umboð fyri føroysk feløg og SSF vóru í vikuskiftinum á svimjifrálæruskeiði í Íslandi, at hoyra um nýggja Swim Safe Europe átakið hjá European Aquatics, við tilhoyrandi frálæruskipan. Eini 30 fólk vóru á skeiðnum tilsamans, íroknað 8 føroyingar úr FLOT, Hellufossi, Ægir og SSF.

Posted in Svimjiførleiki | Comments Off on Evropeiskt svimjifrálæruskeið í Íslandi