Lea og Líggjas eru ársins svimjarar

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) og Líggjas Joensen (2008, Ægir) eru ársins svimjarar, sum kunngjørt á gallaveitsluni sum íðkaranevnd SSF skipaði fyri í gjárkvøldið.

Av tí at Líggjas er burturstaddur, er myndin av teimum báðum frá FMS/JMS 2024, har tey fingu steyp fyri hægstu AQUA-stig á hesi stevnu.

Posted in Kapping | Comments Off on Lea og Líggjas eru ársins svimjarar

Jóhanna og Silas eru ársins stjørnuskot

Jóhanna Ólavsdóttir (2007, FS) og Silas Dam Lindberg (2008, HS) eru ársins stjørnuskot, sum kunngjørt á gallaveitsluni sum íðkaranevnd SSF skipaði fyri í gjárkvøldið.

Posted in Kapping | Comments Off on Jóhanna og Silas eru ársins stjørnuskot

Úttøka til HMS 2024

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á HM á stuttgeil 2024, sum verður í Budapest í Ungarn hin 10. til 15. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.

Image courtesy of Ivanhoe, CC BY-SA 3.0
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til HMS 2024

Úttøka til NM/NJM 2024

Starvsnevnd SSF hevur samtykt at vilja bjóða fylgjandi svimjarum luttøku á NM og NJM 2024, sum verður í Vejle í Danmark hin 1. til 3. desember 2024. Svimjararnir eru spurdir, og hava tikið av tilboðnum.

Image courtesy of Masz / Wikimedia Commons
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úttøka til NM/NJM 2024

Úrslit frá FMS/JMS 2024

Her eru úrslitini frá FøroyaMeistarastevnuni og JuniorMeistarastevnuni á stuttgeil 2024, sum Svimjisamband Føroya og Havnar Svimjifelag skipaðu fyri í Svimjihøllini í Gundadali, nú fríggjadag 8. til sunnudag 10. november 2024.

Sí eisini her á Swimify, her á SwimRankings og her á Tempus

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FMS/JMS 2024

Super næsti dagur á FMS/JMS 2024

Næsta finalukvøld var øgiligt, nú á FøroyaMeistarastevnuni á stuttgeil 2024. Fimm føroysk met og 2 føroysk juniormet, harav Bartal Eidesgaard átti trý met og HS tvey í somu kapping. Hartil svam Líggjas Joensen eina tíð afturat undir HM-kravtíð.

Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Super næsti dagur á FMS/JMS 2024