Jóhanna 2:25.71 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á langgeil

Jóhanna Ólavsdóttir (2007) úr Fuglafjarðar Svimjifelag setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Reykjavík International 2025 svam seg til silvurheiðursmerki við tíðini 2:25.71. Hon átti sjálv føroysku metini, við tíðini 2:27.30 frá Danish Open í fjør.

Posted in Kapping | Comments Off on Jóhanna 2:25.71 og nýtt føroyskt met í 200 firvald á langgeil

Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum í Tofta skúla, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025

Forfólkafundur 25. januar 2025

Svimjisamband Føroya skipaði í dag fyri forfólkafundi á Hotel Hafnia í Havn, við luttøku av umboðum úr øllum okkara 7 feløgum, umframt starvsnevnd, svimjinevnd og íðkaranevnd SSF. Til viðgerðar vóru serliga ætlanirnar fyri 2025.

Sí í fyrstu atløgu hesi skjøl á hesari heimasíðu

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Forfólkafundur 25. januar 2025

Úrslit frá Kvívíksstevnuni 18. januar 2025

Her eru úrslini frá svimjistevnuni sum Svimjifelagið Hellufossur skipaði fyri í svimjihylinum í Kvívík, leygardagin hin 18. januar 2025. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá Kvívíksstevnuni 18. januar 2025

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025

Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður í ÍSF-húsinum, Eystara Bryggja 30 í Tórshavn, hósdagin hin 20. mars 2025 frá kl 17:30.

Sí viðfesta skjal: SSF-adalfundur-2025-innkalling-2.pdf

Skrá sambært lóg SSF. Svimjisamband Føroya.

Vegna starvsnevnd SSF

Rókur

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2025

Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025

Her er innbjóðing til svimjistevnu sum Svimjifelagið FLOT skipar fyri í svimjihylinum á Toftum, leygardagin hin 1. februar 2025. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til FLOT-stevnu 1. februar 2025