HM i Melbourne

Seinasta kapping fyri føroyingarnar varð í nátt. Pál Joensen svam 1500 m frí og kom hann á mál við tíðini 16.23.56. Hann bleiv nr 36 av 47 luttakarum. Pál setti við hesi tíð nýtt føroyskt met.

HM-2007 er nú av fyri teir føroysku svimjarnar. Ferðalagið setir kós aftur móti Føroyum mikudagin og vera vantandi aftur i Vágum skírishóskvøld.

Vit skulu heilsa heima og at vit hava tað gott.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM i Melbourne

Pál í 1500 frí

Pál hevur fingið tillutað geil 5 í 2. riðli av 7 við føroyska metinum sum tilm. tíð 16.33.14

Bestu tilm. tíð á geil 4 í síðsta riðli hevur russarin Yury Prilukov 14.51.93

Heimsmetið 14.34.56 eigur Grant Hackett úr Australiu sett Ólavsøkudag 2001 í Fukuoka í Japan.

Hann er eisini við og svimur á geil 5 í 5. riðli  við tíðini 14.56.00

Grant er føddur í 80 og maðurin við bestu tilmeldingartíð Yury er føddur í 84

Nú verður spennandi um Pál kann nærkast heimsmetinum ella um avstandurin fer at økjast.

FM-metið upp til HM-metið er áðrenn svomið verður 2 min.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Pál í 1500 frí

HM-úrslit

Mona Simonsen gjørdi eitt “ordans” hál í 800 frí tá hon hølvaði góð 15 sek. av føroyska metinum, ið liðfelagin Jutta Thomsen átti.

Nýggja føroyska metið er nú  09.18.65

Samanlagt gav hetta pláss ávikvíst sum nr. 35 og 42 av 49 luttakarum.

Dreingirnir luttóku í 50 frí, men hesaferð eydnaðist ikki Kristiani at betra um sít egna føroyska met, ið er 00.24.56, hann setti í januar 2007 í Reykjavík International.

Pál svam tíðina 00.26.03 og Kristian hevði tíðina 00.24.65.

Endaligu plássini av 178 luttakarum varð at Kristian bleiv nr. 77 og Pál nr. 115

Seinasta kappingin hjá føroyingum á hesum sinni er 1500 m frí og har verður bert tann eini føroyski luttakarin í hylinum. Pál Joensen eigur framman undan føroyska metið og spennandi verður um hann “fínpussar” um hetta í síni seinastu kapping í Melbourne á hesum sinni.

Føroyski HM-hópurin verður eftir ferðaætlanini heima skírisdag 5. apríl  2007

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM-úrslit

HM i Melbourne

I HM kappingini í Melbourne hevur Mona Simonsen svomið100 m frí í dag. Hon kom á mál við tíðini 01.03.01 og er hetta hennara best tíð. Hon endaði sum nr. 96 av 128 luttakarum í hesi kapping.

Í morgin skulu allir okkara svimjara í kapping. Kristian og Pál skulu svimja 50 m frí og Jutta og Mona skulu svimja 800 m frí. Vit gleða okkum til hesar kappingar og spennandi verður at fylgja við hvussu fer at hildnast hjá okkara svimjarum. Teir eru væl fyri í kvøld og eru júst farnir á Hotel Ibis Melbourne at sova sær megi til í morgin……..

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM i Melbourne

HM i Melbourne

Pál Joensen og Kristian Olsen vóru í kapping í morgun. Teir luttóku i 100 m frí og kláraðu seg væl. Báðir vunnu teir sín egna riðil og tað var hugaligt og stuttligt at síggja hvussu væl tað gekst hjá teimun.

Kristian kom á mál við tíðini 00.54.43 og Pál við tíðini 00.55.07. Hetta gav teimum eina endaligu plassering ávikavíst sum nr. 101 og 112 av tilsamans 169 luttakarum.

Tíðin hjá Kristiani gevur honum føroyskametið í 100 frí í 50 m hyli.

Í morgin er bert Mona sum skal í hylin har hon luttekur í 100 m frí.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on HM i Melbourne

Kristian og Pál í hylin uml. kl. 01.20 í nátt (28/

Og nú sleppur Kristian endiliga ……

Kristian skal í hylin fyri fyrstuferð í 100 frí og tað verður mikudagin 28. mars í kapp. nr. 17.

Hetta verður nakað eftir midnátt (uml. kl. 01.20 byrjar 100 frí) og Eurosport sendir beinleiðis.

Havi frætt at flest allir norðingarnir sita sum á nálum og spennandi verður at síggja Kristian saman við Pál í nátt. Ivaleyst sita onnur svimjiuáhugaði eisini uppi eina løtu aðrastaðni í landinum. Suðringarnir hava neyvan sovið nógv tey seinastu samdøgrini nú Jutta, Mona og Pál hava roynt seg nakrar ferðir. Pál svimur á geil 5 í 6. riðli við tilm. tíðini 00.56.43

Kristian svimur í riðli 8 á geil 7 við tilm. tíð 00.55.55

Besta tílm. tíðina  hevur Roland Schoeman 00.48.28 og ringasta tilm. tíðin er 01.27.00

Heimsmetið eigur Pieter VAN DEN Hoggenband úr Niðurlondum við tíðini 00.47.84 –  ið varð sett 19. sept. 2000. Hann er er eisini við í kappingin og liggur í 21. riðli so neyvan fáa teir trupulleikar av honum.

Allir teir allarbestu svimjararnir verða seedaðir í teimun seinastu riðlunum.

Luttakaratalið í 100 frí er heili 22 x 8 = 176

Síðani verða 16 teir skjótastu tiknir út til eina semifinalu og 8 teir bestu fara so víðari til sjálva finaluna.

Spennandi verður, men eins og í øllum hinum svimjigreinunum mugu vit taka til takkar við at vera áskoðarar.

Kristian skal eisini í hylin fríggjadagin 30/3 har kappast verður í í 50 m. frí – kapping nr. 28.

Kristian hevur tilm. tíðina 00.24.56 og besta tilm. tíðin er 00.21.84 og ringasta 00.40.00

Her skal viðmerkjast, at heili 14 svimjarar hava onga tilmeldingartíð.

Kristian svimur í riðli 14 av 24 og er á geil 8.

Heimsmetið í 50 frí eigur ongin annar enn russarin Alexander Popov. Heimsmetið er frá 16. juni 2000 – sett í Moskva. Hann er tó ikki við so Kristian fær nokk ongar trupulleikar av honum hesuferð.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Kristian og Pál í hylin uml. kl. 01.20 í nátt (28/