D Å M – 2007

Soljóðandi t-postur er sendur til Dansk Svømmeunion

Viðv. DÅM-2007, hin 1. mei kl. 07.37.05

“Hej Morten,

De seneste 2 årene har vi haft muligheden for at deltage til DÅM.
Deltagelsen har givet de unge svømmere her på øerne
“blod på tanden” som man plejer at sige.
SSF har fået forespørgsler fra klubber om deltagelsen til DÅM-2007 står ved.

Kan du undersøge dette og vende tilbage snarest belejligt?

Med venlig hilsen

SSF”

Mortan svarar:

Hej Helgi,

Det skal jeg nok undersøge.
Jeg vender tilbage.

mvh
Morten

Hvis du har tid, så kig engang på www.openwater.dk, og se alle de åbent vand stævner vi har gang i.

Det bliver sjovt..

Sum tit síggja so kom afturmeldingin og svarið er í heilum líkið. Er tað onkur, ið hevur hug, at svimja Christiansborg runt  25. aug. 2007 so er ikki at halda seg aftur.
Í kvøld, 4. mei 2007 kl. 20.18 er enn onki svar komið.

SSF kunngerð á heimasíðuni tá endaligt svar fyriliggur.

Í meðan kunnu tit fara inná svoem.dk og kanna kravtíðir v.m. til DÅM.

PS.
um tit/vit fáa møguleikan at luttaka so verður tað sjálvandi undir SSF-regi,  men feløgini mugu sjálvi meldað til og syrgja fyri ferð- og uppihaldi á sama hátt sum øll onnur feløg í DK.

vinarliga

SSF

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on D Å M – 2007

Metlistin dagførdur

Metlistin og top10 listin eru nú dagførdir.

Samlaða stigatalið hjá monnunum er: 7.481 og hjá kvinnunum 7.549

Hetta merkir at kvinnurnar føra tepurt við 68 stigum.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Metlistin dagførdur

Setanarrøðan FM-2007

Føroyameistarakappingin í svimjing 27. apríl 2007

Góðu svimjarar og góðu føroyingar.

Sum landsstýrismaður í alm. og heilsumálum er tað mær ein stórur heiður at seta “Føroyameistarakappingina í svimjing 2007”

Persónliga er hetta ein uppaftur størri heiður at seta FM-kappingina, tí eg sjálvur so ofta havi staðið her sum pápi og fylgt við í kappingunum, frá byrjan til enda, fylgt við gleðisrómi og vónbrotum, alt sum fylgir við í slíkari kapping.Og eg fekk tokka til tykkum, svimjarar, fyri tykkara entusiasmu, tykkara eldhuga, tykkara frøði, tykkara gleðisróp, tykkara kenslur fyri hvørjumøðrum, vinskapin – innanfyri tey ymisku feløgini men sanniliga eisini millum ymisku feløgini. Tit eru so góð við hvønn annan, tað er so týðiligt, tit hálsfevnast, tit frøðast við teimum, sum tað gongur væl og tit kæra tykkum um og tit ugga tey, sum tað ikki gongst eftir ætlan. Eg vildi ynskt, at allir samfelagslimir vóru soleiðis móti hvørjumøðrum, sum tit svimjarar eru við hvønnannan. Samanhald, og vinskapur, tað lýsir burtur úr tykkara samveru, ikki bara til vanligar venjingar men eisini tá tað eru kappingar á hægsta stigi, sum nú til FM ella úttøku-kappingar til Oyggjaleikir.

Sum landsstýrismaður í heilsumálum frøðist eg um framgongdina í svimjingini. Svimjing setir fokus á heilsu og sunnan livihátt. Ein svimjari setur sína heilsustøðu frammarlaga, ansar eftir bæði kroppi og sál. Svimjarin nýtir ikki dálkandi ella rúsandi evnir, tí hann veit, at man ikki kann náa tí máli, man hevur sett sær, um man ikki fer væl við tí likamsliga førleikanum, sum skal til fyri at náa málinum.

At vera kappingarsvimjari er ein strævin og uppoffrandi ítróttargrein. Eg haldi ikki nøkur ítróttargrein krevur so nógv av hvørjum einstøkum, sum svimjingin. Skulu tit vera við í fremstu røð, so skulu tit til venjingar árla á morgni, tímar áðrenn tykkara klassakammiratar eru vaknaðir. Og so verða púra vakin til ein langan skúladag. Og eftir skúlatíð aftur til venjing, dag um dag, meðan hini taka sær av løttum. Og drívmegin, sum fer tykkum at seta svimjingina fram um alt annað, tað er sjálvsagt fyrst og fremst, tit elska at stuttleika tykkum í hylinum, tit elska at kappast og blíva betri og betri, ja tit elska bara hetta at svimja. Lønin, ja hon er, at tit hava nakað serligt saman, sum hini onki vita um, ein loyniligur dýrgripur í felagsskapinum um gleðina við at svimja – saman og ímóti hvørjum øðrum.

Tá tit svimjarar eru uttanlands til kappingar, tað verið seg til Oyggjarleikir, paraolympiskir leikir ella aðrar kappingar langt burturi í heimi, ja so fylgir øll tjóðin við tykkum. Øll eru so spent og errin av tykkum. Tá so okkara svimjari fær eitt heiðursmerki ella forbetrar føroyska metið, ja so er vit øll so glað og hava eina kenslu av at eiga ein lítlan part av hesum heiðuri. Tá kemur kenslan fram í okkum, at hetta unga liðið er eitt gott umboð fyri okkara land, tit útbreiða kunnleikan og skapa virðing um okkara land. Takk fyri tað.

Eg fari at ynskja tykkum góða kapping, feløgunum og hvørjum einstøkum .

Lat meg enda við at spæla upp á orðið svimja,

tí tá vit stava tað, so fáa vit:

S – samanhald

V – vinskapur

I – inspiratión

M – met

J – javnvág

A – avbjóðing

Tað gevur S – V – I – M – J – A

Við hesum er Føroyameistarakappingin í svimjing 2007 sett.

Góða kapping !

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Setanarrøðan FM-2007

Aftur nýggj F-met

Í svimjikappingini í Aalborg har Elspa og Jutta luttakað eru 5 nýggj F-met sett. Í gjár nevndu vit, at Elspa hevði sett nýtt met í 400 blandað og nú hevur hon sett 3 afturat.

Jutta hevur eisini betrað um sítt F-met í 800 frí.

Tey 5 nýgju F-metini eru:

Elspa: 400 bl. 04.57.66, 200 bl. 02.21.49, 100 rygg 01.04.20 og 200 rygg 02.18.11

Jutta: 800 frí 09.08.02

Tá svimjikappingin er liðug í dag verða metlistarnir dagførdir – kanska koma nøkur afturat – lyvst so spyrst!

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Aftur nýggj F-met

Nýtt FMet í 400 blandað

Elspa Mørkøre hevur sett nýtt føroyskt  met í 400 blandað við tíðini 04.57.66 (hetta er samstundis eisini bólkamet í bólki 5)

Elspa og Jutta luttakað í svimjikapping í Aalborg hetta vikuskifti. Kappingin fer fram í Haraldslund Svømmehal í Aalborg.

Úrslitin vera løgd á heimasíðuna hjá Aalborg Svømmeklub so hvørt: www.aalborgsvommeklub.dk

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Nýtt FMet í 400 blandað

Gallamyndir 2006

Posted in Myndir | Comments Off on Gallamyndir 2006