Kalendarafundur

Árligi kalendarafundurin verður í ár á Viðareiði vikuskiftið 6 – 7 juni 2008. Nærri upplýsingar verða kunngjørdir seinni.

Svimjinevndin og Starvsnevndin

Posted in Felagsskapur | Comments Off on Kalendarafundur

Svimjireglurnar dagførdar

Svimjinevndin hevur saman við starvsnevndini á fundi 17. mars 2008 samtykt dagførdar svimjireglur. Dagførdu svimjireglurnar liggja her á heimasíðuni, og koma í gildi í dag 20. mars 2008.

Posted in Felagsskapur, Tíðindaskriv | Comments Off on Svimjireglurnar dagførdar

Landsliðsvenjarin farin frá

Brian Marshall hevur boða svimjisambandinum frá at hann av persónligum orðsøkum, ikki kann halda fram sum landsliðsvenjari.

Í hesum sambandið er avtalu gjørd við Petur Heðin á Fløtti og Jón Bjarnasson um at teir røkja venjarastarvið fyribils. Fyrsta uppgáva teirra verður HM í Manchester.

Samstarvið millum Svimjisamband Føroya og Sundsamband Íslands heldur fram sum upprunaliga avtala.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Landsliðsvenjarin farin frá

Metlistarnir dagførdir

Metlistarnir eru nú dagførdir.

Við at trýsta á leinkjuna niðanfyri ber til at síggja metlistarnar.
http://www.susvim.com/SSF_metlistar/metlistar_yvirlit.htm

Um onkur leggur merki til onkran feil, ber til at seta seg í samband við svimjinevndina, ið hevur ábyrgdina av at dagføra metlistarnar.

Ein av komandi døgunum verður leinkja gjørd til metlistarnir undir “Metlistar og kravtíðir”.

Posted in Tíðindaskriv | Comments Off on Metlistarnir dagførdir

FM í svimjing 2008

FM í svimjing 2008 verður í Tórshavn í døgunum 16. – 18. mai 2008.

Fyri fyrstu ferð til FM fara kvinnur at kappast í 1500 m frí, og menn í 800 m frí.

Posted in Kapping, Tíðindaskriv | Comments Off on FM í svimjing 2008

Innbjóðing til skeið

SSF bjóðar venjarum á grundskeið í Merkjaskipanini fríggjadagin 4. jan. 2008 frá kl. 19.00 til 22.00 og leygardagin 5. jan. frá kl. 9.00 til 17.00 í Gøtu skúla (neyðugt er at vera báðar dagarnar).
Skeiðið umfatar byrjunarupplæring í svimjing: Hvussu læra vit børn at svimja. Skeiðinstruktørar vera Rúni Gaardbo og Pálin Olsen, instruktørar hjá SSF í Merkjaskipanini. Luttøkugjaldið er 500,- kr. fyri fyrsta luttakaran og 200,- kr. fyri næsta luttakaran hjá hvørjum felag. Pláss er fyri 2 venjarum frá hvørjum felag. Men um feløgini ynskja, at fleiri venjarar koma á skeiðið, er møguleiki fyri einum paralellum skeiði, um nóg stór undirtøka er. Tilmeldingarfreistin er mikudagin 2. januar hjá harugaar@post.olivant.fo (Rúni, tlf. 217106).

Merkjaskipanin
Merkjaskipanin er ein skipan, sum er skræddaraseymað til at læra børn at svimja. Skipanin er býtt sundur í tveir partar, sum kunnu lýsast soleiðis: Fyrsti partur (Grundskeiðið) er um merkini, Vatn, Hvalur, Skjaldbøka, Pingvin og Kópahvølpur. Mál: Hvussu læra vit børn at svimja + spøl, sum hoyra til. Annar partur (Víðkaða skeiðið) er um merkini, Kópur, Sjóleyva, Springari og Hávur. Mál: Hvussu læra vit børn at svimja crawl, rygg, bringu og firvald + bjarging.
Fyri at luttaka á víðkaða skeiðnum er neyðugt at hava lokið grundskeiðið.

Posted in Útbúgving | Comments Off on Innbjóðing til skeið