Turið S. Christiansen setti enn eitt juniormet í morgun, tá ið hon í 100 bringu svam teinin uppá 1:19.20, og saman við 12 ára gomlu Tanju Skaalum kvalifiseraði seg til A-finaluna á Reykjavík International Games, seinnapartin. Ungu føroyingarnir hava til nú vunnið 10 gull, 16 silvur og 10 bronsu í juniorkappingini, umframt 2 silvur og 1 bronsu í seniorkappingini.
Føroyingar 18 ferðir í finalu í dag
Turið knústi føroyska metið í 200 bringu
Tveir av trimum døgum eru nú avgreiddir á Reykjavík International Games 2010, við avbera góðum føroyskum úrslitum. Leirviksgentan Turið S. Christiansen setti í dag tvær ferðir føroyskt met í 200 bringu, bæði sum senior og junior, hóast hon enn ikki er nóg gomul til at luttaka á evropeisku juniormeistarastevnuni. Birita Debes setti tvær ferðir juniormet í 100 rygg, og Monika Biskopstø setti tvær ferðir juniormet í 200 frí. Continue reading
Ungi Magnus Jákupsson nýtt føroyskt met í 400 blandað
Fyrsti dagurin á Reykjavíkar International Games er liðugur og gjørdist føroysku úrslitini sera góð. Okkara svimjarar komu víðari í 15 finalum, herav 8 A-finalum. Continue reading
Veldug føroysk luttøka á Reykjavík International
Nú um vikuskiftið verður stór altjóða svimjistevna í Reykjavík, har millum annað 43 føroyskir svimjarar luttaka. Hetta verður ein avbjóðandi svimjistevna, har tey skulu kappast ímóti flestu av teimum bestu íslendsku svimjarunum, umframt einum norskum landsliði við sjálvum Alexander Dale Oen á odda. Continue reading
Super svimjidagur í Sørvági
Fýra umboð fyri Svimjisamband Føroya vóru leygardagin á vitjan í Sørvági, at skipa fyri venjing, kapping og fundi um svimjing saman við góðum fólki har vesturi. Hetta gjørdist ein fínur dagur, har ið børn og vaksin stuttleikaðu sær saman, og har vágafólk prógvaðu, at tey avgjørt eisini eiga evnaríkar svimjarar. Continue reading
26 svimjarar til Íslands í dag
Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 svimjarar til Íslands, at venja á eini síðuleypandi venjingarlegu. Continue reading










You must be logged in to post a comment.