Svimjisamband Føroya sendi í morgun 16 ungar svimjarar til Íslands á venjingarlegu, at venja í 50 metra svimjihyli. Venjarar á ferðini eru Sonni Eliasen og Karina Petersen úr Fuglafirði, og afturat teimum senda Ægir og Suðuroyar Svimjifelag hvør sínar 5 svimjarar til Íslands, at venja á eini síðuleypandi venjingarlegu. Continue reading
26 svimjarar til Íslands í dag
Komi og svimji
Nú leygardagin 9. januar verður serligt svimjitiltak í Sørvági, har umboð hjá Svimjisambandi Føroya fara vestur at greiða frá um svimjing, og at skipa fyri ymiskum tiltøkum í svimjihylinum. Tiltakið er ókeypis og fyri øll.
Pál Joensen á venjingarlegu í Potsdam
Pál Joensen og Jón Bjarnason fóru mánadagin 4. januar til Potsdam í Týskalandi, at venja har í 12 dagar saman við harðastu svimjarum úr Týskalandi, Avstralia, Italia, Spania og Suðurafrika. Talan er um fyrstu “Battle Training Camp” venjingarlegu millum hesi lond, har endamálið er at savna sterkastu langteinasvimjarar úr hvørjum landi, til í felag at skapa ein dynamikk í venjing, sum annars er torførur at skapa í hvørjum landi sær. Og harvið at standa seg betri ímóti venjingardeplunum í USA, har bestu svimjarar annars vanliga flokkast.
Pál Joensen World Cup vinnari og nýtt norðurlendskt met
Á øðrum degnum á FINA World Cup í Moskva lukkaðist tað hjá Pál. Ein framúrskarandi 1500 metur, væl svomin og sigurin var ongantíð í iva. Tá avtornaði vann Pál við tíðini 14:32.64 næstan sjey sekund framman fyri Vitaly Romanovich úr Russlandi, ið gjørdist nummar tvey við tíðini 14:39.51, á triðja plássið var danin Mads Glæsner, ið átti gamla norðurlendska metið við 14:38.87 frá FINA World Cup í Stockholm seinasta heyst.
Reglugerð um úttøku og kravtíðir
Á starvsnevndarfundi 7. oktober 2009 varð nýggj reglugerð um úttøku og kravtíðir sett í gildi. Continue reading
Oyggjaleikakravtíðin 2011, silvur ella betri
Svimjisambandið hevur ásett kravtíðir fram til HM í 2011 Continue reading












You must be logged in to post a comment.