
Úttøka til NM/NJM 2015
Starvsnevnd SSF hevur samtykt at taka út fylgjandi 17 svimjarar til ársins Norðurlendsku Meistarastevnu og JuniorMeistarastevnu í svimjing, sum verður í Bergen í Noregi hin 11. til 13. desember 2015.

Úttøka til EM á stuttgeil 2015
Starvsnevndin í Svimjisambandi Føroya hevur samtykt at taka út fylgjandi svimjarar til 18. evropameistarastevnu á stuttgeil, sum verður í Netanya í Ísrael hin 2. til 6. desember 2015.
- Pál Joensen (1990), Suðuroyar Svimjifelag
- Alvi Hjelm (1996), Ægir
- Astrið Foldarskarð (1994), Havnar Svimjifelag

Óli Mortensen (1996) úr Havnar Svimjifelag hevur eisini klárað kravtíð til EM á stuttgeil 2015, og fekk tilboð um úttøku, men hevur valt at melda avboð.
Venjari verður Rui Filipe Magalhães, høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag.
Ferðaleiðarar verða Thurid Kjærbo og Rókur í Jákupsstovu.
Vegna Svimjisamband Føroya
Rókur í Jákupsstovu
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya 2015
Svimjisamband Føroya hevði fríggjakvøldið 23. oktober 2015 sín árliga aðalfund, í ÍSF-húsinum í Gundadali. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og gjøgnumgongd av roknskapinum serliga val av nevndarlimum, har Dan Hjelm varð valdur inn sum næstformaður fyri Eyðun Húsgarð, og Anni á Hædd varð afturvald sum skrivari. Síðani varð Anita Ryggshamar Nysted vald inn sum tiltakslimur í starvsnevndini fyri Dan Hjelm.

Norðurlendsk Meistarastevna fyri Masters 2015
GG! Vit hava trupulleikar við at fáa samband til SuperLive tænastuna hjá IC Control, og ein alternativur stroymur er tí settur upp her: http://raclip.com/?page_id=284
Svimjisamband Føroya skipar nú í vikuskiftinum fyri Nordic Open Masters Championships 2015, í Svimjihøllini í Gundadali. Tilsamans 318 svimjarar úr 8 londum fara at kappast í 14 aldursbólkum, har yngsti svimjari er 25 ár, og elsti 93.

Talan er um Norðurlendsku Meistarastevnuna fyri Masters, sum samstundis er skipað sum opin kapping, ið merkir at eisini onnur enn norðurlendingar kunnu luttaka.
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya, 23. oktober 2015
Aðalfundur í Svimjisambandi Føroya verður fríggjakvøldið 23. oktober 2015 kl 18:30.

Skrá sambært lóg SSF.
Svimjisamband Føroya









You must be logged in to post a comment.