Føroyskir svimjarar luttaka í hesum døgum á Danish Open 2017, og megna har í heilum at svimja seg til finalupláss, umframt at seta met og vinna heiðursmerki. Her niðanfyri lista vit upp føroysk met og heiðursmerki vunnin á Danish Open 2017: Continue reading
Dagførdir skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya
Svimjisamband Føroya skipaði í vikuskiftinum fyri skeiði fyri skeiðshaldarar hjá Svimjiskúla Føroya, sum er tað sum vit eisini kenna sum ‘Merkjaskipanin’. Hetta var eini endurtøka av tilsvarandi skeiði í 2007, við norska Per Irgens sum undirvísara.
Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017
Her eru tey 11 sum kláraðu kravtíðirnar til Oyggjaleikir í Gotlandi 2017, sambært ásettu treytum í kravtíðarskipanini. Raðfylgjan er tilvildarlig.

Oyggjaleikalandsliðið í svimjing 2017. Frá vinstru: Óli Mortensen (1996, HS), Rókur Trygvason (2000, Ægir), Alvi Hjelm (1996, Ægir), Jana Bjartalíð Thomsen (2000, Ægir), Ásbjørg Hjelm (1999, Ægir), Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (2001, HS), Signhild Dánjalsdóttir Joensen (2000, Ægir), Sára Ryggshamar Nysted (2000, SuSvim), Beinta Poulsdóttir Debes (1997, HS), Marius Ihlen Gardshodn (1998, HS), Róland Toftum (1998, SuSvim)
Úrslit og hagtøl frá FM á stuttgeil 2017
Her eru úrslitini frá Føroyameistarastevnuni á stuttgeil 2017, sum var í svimjihøllini í Gundadali 24. til 26. mars 2017. Tilsamans 4 føroysk met og 5 føroysk juniormet vórðu sett á hesi stevnu, og Havnar Svimjifelag vann mest.
Startlisti til FM á stuttgeil 2017
Her er startlistin til Føroyameistarastevnuna á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali nú komandi vikuskifti. Ein stevna sum út yvir at vera FM, eisini er síðsta freist at klára kravtíð til Oyggjaleikir í Gotlandi í summar.
Dómaraskeið í ÍSF-húsinum 20. mars 2017
Svimjisamband Føroya skipar nú í annaðkvøld hin 20. mars fyri dómaraskeiði frá kl 19 til 21 í ÍSF-húsinum, við yvirdómarar Dan Hjelm og Rúna Gaardbo sum undirvísarar. Hetta í sambandi við FM á stuttgeil 2017, sum verður í Svimjihøllini í Gundadali komandi vikuskifti hin 24. til 26. mars 2017.













You must be logged in to post a comment.