Starvsnevnd SSF samtykti við ársbyrjan at vilja senda eitt føroyskt landslið til Danish Open 2018, sum er týdningarmesta úttøkustevna hjá dønum til langgeilastevnur um summarið. Hetta sum fyrsta stig í eini miðvísari ætlan, at fáa so góðan møguleika sum gjørligt fyri úttøku av føroyskum svimjara eisini til OL í Tokyo í 2020.
Langhylurin í Havn útsettur til 2021
Mikudagin 7. februar hevði Tórshavnar Kommuna boðið Havnar Svimjifelagi og Svimjisambandi Føroya til kunningarfund um langhylin, ið eftir ætlan skal byggjast í Havn. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa.
Á fundinum varð kunngjørt, at projekteringin av arkitektauppskotinum hjá SNA Arkitektum, ið varð kosið vinnari í december 2016, og sum sambært tíðarætlanini longu skuldi verið komin væl áleiðis nú, er útsett til fyrstani at fara í gongd við árslok 2018. Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrrenn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út. Og sambært nýggju tíðarætlanini verður helmingurin av svimjihylskostnaðinum síðan játtaður á fíggjarætlanini fyri 2020, sum so eisini verður árið, tá spakin verður settur í. Hylurin verður eftir hesi ætlan liðugur seint í 2021; og um illa gongst tíðliga í 2022.
Innbjóðing til SuSvim-stevnu 24. og 25. februar 2018
Her er innbjóðing til Suðuroyar Sparikassa Stevnu í Páls Høll í Vági, leygardagin hin 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipar fyri.
- Innbjóðing í PDF-sniði: susvim-stevna-februar-2018-innbjoding.pdf
- Tilmeldingarfíla í GR-sniði: GR180224.txt
- Tilmeldingarfíla í lef-sniði: Invitation_Suduroyar_Sparikassi_Stevna_Vagur_2018-02-24.lef
Startlistar til Ægir-stevnuna 10. og 11. februar 2018
Her eru startlistarnir til svimjistevnuna í Klaksvíkar Svimjihøll nú leygardagin og sunnudagin 10. – 11. februar 2018, sum Ægir skipar fyri. Startlistar og úrslit fara eisini at kunna síggjast beinleiðis her á livetiming.se
- Startlistarnir í txt-sniði: aegir-stevna_feb2018_luttakaralistar.txt
- Startlistarnir í html-sniði: aegir-stevna_feb2018_luttakaralistar.html
Innbjóðing til HS-stevnu í Kollafirði 17. februar 2018
Her er innbjóðing til svimjistevnu í Kollafirði, leygardagin hin 17. februar 2018, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri. Hetta er stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar – 1, 2 og 3 – og forvitnislig tí at tað er fyrstu ferð í nógv, nógv ár, at svimjistevna er í Kollafirði.
- Innbjóðing í PDF-sniði: hs-stevna_kollafjordur_feb2018.pdf
- Tilmeldingarfíla í GR-sniði: GR180217.txt
- Tilmeldingarfíla í lef-sniði: Invitation_SMS_Kolla_kapping_Kollafjorður_Skuli_2018-02-17.lef
Úrslit frá FLOT-stevnuni 3. februar 2018
Her eru úrslitini frá svimjistevnuni á Toftum í dag, leygardagin hin 3. februar 2018, sum Svimjifelagið FLOT skipaði fyri.














You must be logged in to post a comment.