Úrval kunngjørdi í dag útlutingina av úrvalsstuðli fyri 2018, har svimjingin fekk stóran part av samlaðu játtanini á eina millión krónur. Úrvalssvimjararnir í ár eru teir somu sum fingu stuðul í fjør, undantikið Pál Joensen sum seinastu tíðina hevur hildið ein steðg frá kappsvimjingini.
Svimjararnir sum nú í 2018 hava fingið stuðul, eru:
- Óli Mortensen: 150.000 kr.
- Signhild D. Joensen: 150.000 kr.
- Marius Ihlen Gardshodn: 100.000 kr.
- Vár E. Eidesgaard: 100.000 kr.
- Alvi Hjelm: 100.000 kr.
- Sára R. Nysted: 75.000 kr.
- Ungir úrvalssvimjarar: 50.000 kr.















You must be logged in to post a comment.