Mikudagin 7. februar hevði Tórshavnar Kommuna boðið Havnar Svimjifelagi og Svimjisambandi Føroya til kunningarfund um langhylin, ið eftir ætlan skal byggjast í Havn. Annika Olsen, borgarstjóri, Gunvør Balle, varaborgarstjóri, og Sigurð Ó. Vang, leiðari á mentamáladeildini, umboðaðu kommununa.

Á fundinum varð kunngjørt, at projekteringin av arkitektauppskotinum hjá SNA Arkitektum, ið varð kosið vinnari í december 2016, og sum sambært tíðarætlanini longu skuldi verið komin væl áleiðis nú, er útsett til fyrstani at fara í gongd við árslok 2018. Projekteringin tekur níggju mánaðir og verður sostatt ikki liðug fyrrenn seint í 2019. Eftir hetta verður arbeiðið at byggja nýggju høllina síðani boðið út. Og sambært nýggju tíðarætlanini verður helmingurin av svimjihylskostnaðinum síðan játtaður á fíggjarætlanini fyri 2020, sum so eisini verður árið, tá spakin verður settur í. Hylurin verður eftir hesi ætlan liðugur seint í 2021; og um illa gongst tíðliga í 2022.
Continue reading →
You must be logged in to post a comment.