Svimjisamband Føroya skipaði nú í vikuskiftinum fyri ráðstevnu í Gjáargarði við Gjógv, fyri nevndarlimum í SSF og føroysku svimjifeløgunum, umframt umboðum fyri Svimjiskúla Føroya. Hetta gjørdist nakrir sera produktivir dagar, við fokus á serliga tað sum skal gerast hetta komandi árið og fram til summarið 2019.
Væleydnað SSF ráðstevna við Gjógv
Úrslit frá SuSvim-stevnuni 24. og 25. februar 2018
Her eru úrslitini frá Suðuroyar Sparikassa stevnuni nú 24. og 25. februar 2018, sum Suðuroyar Svimjifelag skipaði fyri í Páls Høll í Vági. Tilsamans vóru tey 86 íðkarar og 29 lið úr 5 feløgum sum kappaðust 564 ferðir í 36 kappingum, og fingu vit m.a. 4 nýggj føroysk juniormet og 1 nýtt føroyskt met.
- Úrslit í txt-sniði: susvim-stevna-feb-2018.txt
- Úrslit í html-sniði: susvim-stevna-feb-2018.html
- Úrslit í re-sniði: RE180224.txt
- Úrslit í sr-sniði: SR180224.txt
- Úrslit í lef-sniði: Results__Vagur_2018-02-24.lef
Úrslitini síggjast eisini her á livetiming.se, umframt skjótt á SwimRankings
SuSvim dreingir 4:32.57 og føroyskt juniormet í 4×100 blandað
Dreingjaliðið hjá SuSvim setti í dag stórt nýtt føroyskt juniormet í 4×100 metra blandaðari svimjing á langgeil, tá ið teir á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svumu teinin uppá 4:32.57. FLOT átti metið áðrenn hetta, á 4:54.95 frá FM á langgeil í fjør.
Teir sum svumu fyri SuSvim, vóru:
- Rúni Bech (2002) 1:11.64 í 100 rygg
- Rani Jacobsen (2001) 1:11.51 í 100 bringu
- Rói Bech (2001) 1:09.86 í 100 firvald
- Bartal Debess (2002) 59.56 í 100 frí
Sí úrslitalistan her
Vár 28.54 og føroyskt juniormet í 50 firvald
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani nýtt føroyskt juniormet í 50 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 28.54 sekund. Sí úrslitalistan her.
Vár átti sjálv nú farna juniormetið á 28.80 sekund, frá SuSvim-stevnu í mars mánaða í fjør. Astrið Foldarskarð eigur føroyska metið á 28.29 sekund, frá Danish Open í 2014.
Vár er árgang 2001 og svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Vár 58.12 og føroyskt met og juniormet í 100 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani stórt nýtt føroyskt met og juniormet í 100 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Vági svam teinin uppá 58.12 sekund. Sára Ryggshamar Nysted átti nú farnu metini á 58.67 sekund, frá Reykjavík International í januar 2016. Besta tíð hjá Vár var 59.17 áðrenn hetta, frá FM á langgeil í fjør. Vár svimur fyri Havnar Svimjifelag.
Vár 27.17 og føroyskt juniormet í 50 frí
Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti fyri løtu síðani flott nýtt føroyskt juniormet í 50 metra frísvimjing á langgeil, tá ið hon á Suðuroyar Sparikassa stevnuni í Páls Høll í Vági svam teinin uppá 27.17 sekund.













You must be logged in to post a comment.