Nøkur pláss eftir á FINA venjaraskeiðnum 30. nov. – 2. des. 2018

Vit hava nú fingið í øllum førum 15 tilmeldingar frá føroyskum svimjivenjarum, umframt 7 frá íslendingum og 1 úr Noregi. Altso eini 23 tilsamans, har pláss er fyri 30 á skeiðnum. Vit vita um eini tvey úr Føroyum sum ikki enn hava sent inn passmynd osfr, og sum tí ikki eru skrásett. Tilmeldingarfreistin hjá FINA er næsta fríggjadagin hin 26. oktober 2018.

 

Posted in Útbúgving | Comments Off on Nøkur pláss eftir á FINA venjaraskeiðnum 30. nov. – 2. des. 2018

Signhild 2:11.81 og bronsu í 200 rygg í Saint-Dizier

Svimjarar úr Ægir eru í hesum døgum á altjóða svimjistevnu í Saint-Dizier, har tað sum skilst gongur sera væl. Fyri løtu síðani vann Signhild Joensen sær bronsuheiðursmerki í 200 metra ryggsvimjing, við at svimja teinin uppá 2:11.81. Stevnan er á stuttgeil.

Signhild Joensen bronsu í 200 rygg á stevnu í Saint-Dizier. June Jónsveinsdóttir eigur myndina.

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Signhild 2:11.81 og bronsu í 200 rygg í Saint-Dizier

Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur

Eysturkommuna skipaði í dag fyri fundi í býráðshúsinum í Norðagøtu, har evnið var bjargingarnummur við havnarløg, varðagøtur og líknandi.

SSF hevði fingið roynda samskiparan Erik Bech at koma til Føroya at greiða frá, hvussu ein slík er sett upp og virkar í Danmark.

Væl var møtt av umboðum fyri kommunur, løgreglu, Landsverk, korttænastu og øðrum, og varð eftirfylgjandi kjakið tí eisini av góðum grundum sera áhugavert.

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Áhugaverdur fundur um bjargingarnummur

Úrslit frá Reysta-stevnuni 13. oktober 2018

Svimjifelagið Reysti skipaði í dag fyri svimjistevnu í Leirvík, fyri okkara yngstu aldursbólkar. Tilsamans vóru tey 121 svimjarar úr øllum 6 feløgum, sum kappaðust í 26 svimjikappingum.

Úrslitalistin í html-sniði: reysta-stevna-okt-2018-urslit.html

Posted in Kapping | Tagged | Comments Off on Úrslit frá Reysta-stevnuni 13. oktober 2018

SSF aðalfundurin 12. oktober 2018

Svimjisamband Føroya hevði í gjár sín árliga aðalfund, í ÍSF-høllini í Tórshavn. Á skránni var útyvir formansfrágreiðing og framløga av roknskapinum, eisini val av formanni, tveimum nevndarlimum umframt tiltakslimi, og sum innkomið mál serliga at flyta aðalfundin til aftur at vera um várið.

Savnsmynd

Continue reading

Posted in Felagsskapur | Comments Off on SSF aðalfundurin 12. oktober 2018

Formaðurin fyri hallarnevnd FINA á vitjan í Føroyum

Tórshavnar Kommuna hevur boðið formannin í FINA Facilities Committee á fund við seg í Føroyum, at meta um ætlanirnar fyri nýggja langhylin í Tórshavn. Fyrrapartin í gjár var fundur í teknisku fyrisitingini, har málið varð viðgjørt út í æsir, og seinnapartin var so fundur við borgarstjóran og varaborgarstjóran eisini. Yvirhøvur ein jaligur dagur, har tíð eisini var til at hyggja at sindur av øðrum byggiprojektum í Havnini, fullførd og í gongd.

Sí eisini tíðindi á torshavn.fo

Posted in Kapping | Comments Off on Formaðurin fyri hallarnevnd FINA á vitjan í Føroyum