Líggjas 15:20.28 og silvur í 1500 frí á NJM 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna sær silvurheiðursmerki í 1500 frí á NJM 2024, afturat gullheiðursmerkinum sum hann vann í 400 frí í gjár. Sí úrslitalistan her

Líggjas silvur í 1500 frí á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Líggjas 15:20.28 og silvur í 1500 frí á NJM 2024

Isak 1:59.39 og gull og stórt føroyskt met í 200 firvald á NJM 2024

Isak D. Brisenfeldt vann í dag norðurlendskt gull og setti stórt føroyskt met í 200 metra firvaldasvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á NM/NJM í Vejle svam seg til úrslitið 1:59.39. Sí úrslitalistan her á Swimify

Isak gull og føroyskt met á NM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Isak 1:59.39 og gull og stórt føroyskt met í 200 firvald á NJM 2024

Lea 1:10.07 og flott føroyskt met í 100 bringu á NJM 2024

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) setti í dag flott føroyskt met í 100 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2024 svam seg til úrslitið 1:10.07. Hetta omaná at hava sett met eisini á dupulta teininum í gjár.

úrslitalistan her á Swimify

Lea bronsu í 200 bringu á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Lea 1:10.07 og flott føroyskt met í 100 bringu á NJM 2024

Føroyar 7:22.67 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí fyri menn á NM 2024

Teir fýra Bartal, Heini, Isak og Líggjas megnaðu í kvøld at svimja seg til bronsu og risastórt føroyskt landsliðsmet í 4 ferðir 200 metra frísvimjing fyri menn, tá ið teir í finaluni svumu seg til samlaða úrslitið 7:22.67. Sí úrslitalistan her á Swimify

Teir sum svumu í kvøld, vóru Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) 1:51.02, Heini M. Askham (2006, Ægir) 1:53.45, Isak D. Brisenfeldt (2006, HS) 1:50.23 og Líggjas Joensen (2008, Ægir) 1:47.97.

Føroyska landsliðsmetið var 7:38.64 áðrenn hetta, frá NM/NJM í Oulu í Finnlandi í 2018. Altso ein betring á eini 15,97 sekund, ella knøpp 4 sekund í part.

Føroyar bronsu í 4×200 frí á NM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Føroyar 7:22.67 og bronsu og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×200 frí fyri menn á NM 2024

Lea 2:31.59 og bronsu og stórt føroyskt met í 200 bringu á NJM 2024

Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í kvøld at svimja seg til stórt føroyskt met og juniormet í 200 metra bringusvimjing, tá ið hon í finaluni á NJM 2024 svam seg til bronsu við úrslitinum 2:31.59. Sí úrslitalistan her á Swimify

Lea átti sjálv føroyska metið á 2:33.17, frá FM á stuttgeil í november mánaða, umframt tað áðrenn sum var 2:34.89 frá Ægir Open í oktober mánaða.

Lea bronsu í 200 bringu á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Lea 2:31.59 og bronsu og stórt føroyskt met í 200 bringu á NJM 2024

Líggjas 3:50.73 og gull í 400 frí á NJM 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í kvøld at vinna gull á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni 2024, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:50.73. Sí úrslitalistan her á Swimify

Hetta er fyrsta føroyska gullmerki á NM/NJM síðani 2019, og fyrsta á NJM síðani 2011.

Líggjas gull í 400 frí á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Líggjas 3:50.73 og gull í 400 frí á NJM 2024