Úrslit frá FS-stevnuni 7. desember 2024

Her eru úrslitini frá svimjistevnuni sum Fuglafjarðar Svimjifelag skipaði fyri í svimjihøllini í Fuglafirði, leygardagin hin 7. desember 2024. Hetta var stevna fyri okkara yngstu aldursbólkar 1 til 4.

Posted in Kapping | Comments Off on Úrslit frá FS-stevnuni 7. desember 2024

Innbjóðing til SMS Jólasprint 2024

Her er innbjóðing til svimjistevnuna “SMS Jólasprint 2024”, sum Havnar Svimjifelag skipar fyri í Svimjihøllini í Gundadali, leygardagin hin 14. desember 2024.

Posted in Kapping | Comments Off on Innbjóðing til SMS Jólasprint 2024

Føroyar 3:21.75 og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí

Teir fýra Bartal, Heini, Isak og Líggjas megnaðu í kvøld at seta stórt føroyskt landsliðsmet í eisini 4×100 metra frísvimjing, tá ið teir í finaluni á NM 2024 svumu seg til samlaða úrslitið 3:21.75. Sí úrslistalistan her

Hetta var omaná landsliðsmetið í 4×200, fyrradagin, og í forleingilsi av føroyska metinum hjá Bartali her sum fyrsti maður í hesari 4×100 frí stafettini. Gamla metið var 3:26.08, frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019.

Føroyar landsliðsmet í 4×100 frí. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Føroyar 3:21.75 og stórt føroyskt landsliðsmet í 4×100 frí

Bartal 49.95 og fyrsti føroyski svimjari undir 50 í 100

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta søguligt føroyskt met, tá ið hann í finaluni í 4×100 metra frísvimjing sum fyrsti svimjari hjá føroyska liðnum svam seg til úrslitið 49.95 sekund. Sí úrslitalistan her

Føroyska metið var 50.04, sum fyrst Pál Joensen (1990, SuSvim) svam á Oyggjaleikum á Álandi í 2009, og síðani Bartal tangeraði á FM á stuttgeil í november mánaða.

Bartal fyrsti føroyski svimjari undir 50 í 100. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Bartal 49.95 og fyrsti føroyski svimjari undir 50 í 100

Líggjas 1:48.49 og silvur í 200 frí á NJM 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at svimja seg til eitt heiðursmerki afturat á NJM 2024, tá ið hann í finaluni í 200 frí svam seg til silvur við næstbestu tíð av øllum, 1:48.49. Sí úrslitalistan her

Líggjas silvur í 200 frí á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Líggjas 1:48.49 og silvur í 200 frí á NJM 2024

Líggjas 15:20.28 og silvur í 1500 frí á NJM 2024

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna sær silvurheiðursmerki í 1500 frí á NJM 2024, afturat gullheiðursmerkinum sum hann vann í 400 frí í gjár. Sí úrslitalistan her

Líggjas silvur í 1500 frí á NJM 2024. Gunnvá Thomsen eigur myndina
Posted in Óbólkað | Comments Off on Líggjas 15:20.28 og silvur í 1500 frí á NJM 2024