Í dag er altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

ST ásetti í 2021 dagin 25. juli at verða altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum. WHO mælir í ár til at deila søgur ísv druknivanda, tí at tín søga kann bjarga lívum. Í Svimjisambandinum arbeiða vit í ár við stuðli frá Betri til at fáa meira útgerð til vega, til fólk at kunna venja og taka roynd í lívbjarging. Sí WHO

Posted in Lívbjarging | Comments Off on Í dag er altjóða dagur til fyribyrging av druknivanlukkum

Luttakaralistar til HM 2025

Luttakaralistarnir til HM 2025 síggjast nú her á Omegatiming, sum sjálvsagt benda á harða kapping. Tilsamans eru tey 1027 svimjarar (583 menn og 444 kvinnur) og 210 lið (stafettir) úr 203 londum sum fara at kappast hesar 8 dagarnar í Singapore.

HM-liðið 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Continue reading
Posted in Kapping | Comments Off on Luttakaralistar til HM 2025

Jóhanna 2:19.67 og juniormet í 200 firvald

Jóhanna Ólavsdóttir (2007, Ægir) megnaði í gjár at seta føroyskt juniormet í 200 metra firvaldasvimjing á langgeil, tá ið hon í finaluni á Oyggjaleikum 2025 svam seg til eitt fjórðapláss við tíðini 2:19.67. Jana B. Thomsen átti metið á 2:19.92, frá FM á stuttgeil í 2017. Sí úrslitalistan her

Jóhanna á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Jóhanna 2:19.67 og juniormet í 200 firvald

Ein OK síðsti dagur á Oyggjaleikum 2025

Í dag var tað kanska eitt sindur meira ‘stong út’ enn vit høvdu vónað – men tilsamans er tað gingið væl á hesum Oyggjaleikum, og framá síðani seinast. Eitt gullheiðursmerki varð tað til, umframt 2 silvur og 4 bronsur, umframt 1 føroyskt met og eini 2-3 landsliðsmet

Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)
Continue reading
Posted in Óbólkað | Comments Off on Ein OK síðsti dagur á Oyggjaleikum 2025

Elisabeth 28:35 og bronsu í 50 rygg á Oyggjaleikum 2025

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í kvøld at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 28.35. Sí úrslitalistan her

Elisabeth á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Elisabeth 28:35 og bronsu í 50 rygg á Oyggjaleikum 2025

Bartal 22.60 og føroyskt met og silvur á Oyggjaleikum 2025

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta flott føroyskt met í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 vann silvur við tíðini 22.60. Bartal átti sjálvur føroyska metið á 22.77 frá 4×50 frí stafettini fyrrakvøldið. Sí úrslitalistan her

Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted in Kapping | Comments Off on Bartal 22.60 og føroyskt met og silvur á Oyggjaleikum 2025