Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í kvøld at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 28.35. Sí úrslitalistan her

Elisabeth Erlendsdóttir (2005, HS) megnaði í kvøld at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 50 metra ryggsvimjing svam seg til úrslitið 28.35. Sí úrslitalistan her

Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at seta flott føroyskt met í 100 metra frísvimjing á stuttgeil, tá ið hann í finaluni á Oyggjaleikum 2025 vann silvur við tíðini 22.60. Bartal átti sjálvur føroyska metið á 22.77 frá 4×50 frí stafettini fyrrakvøldið. Sí úrslitalistan her

Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna bronsu á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í finaluni í 100 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 57.43. Sí úrslitalistan her

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna eitt gullheiðursmerki afturat á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í finaluni í 400 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 3:52.44. Isak Brisenfeldt (2006, HS) vann bronsu við tíðini 3:55.50. Sí úrslitalistan her


Hóast alt ikki gekk akkurát so sum vit ynsktu okkum í dag, so góvu okkara yvirhøvur ein góðan dyst, og vunnu 2 gull, 3 silvur og 2 bronsur, umframt at seta 1 føroyskt met, 2 landsliðsmet og 1 oyggjaleikamet

Líggjas Joensen (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna gull í 800 frí á Oyggjaleikum 2025, við nýggjum oyggjaleikameti. Hann átti faktiskt sjálvur nú farna metið, sum var splitt-tíð frá 1500 mánakvøldið. Silas Dam Lindberg (2008, HS) vann bronsu við 8:21.80. Sí úrslitalistan her


You must be logged in to post a comment.