Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði fyri løtu síðani at seta stórt nýtt føroyskt met í 50 metra bringusvimjing, tá ið hann í innleiðandi riðlunum á Oyggjaleikum 2025 svam seg til úrslitið 27.93. Róland Toftum átti metið á 28.30, meðan besta tíð hjá Bartali var 28.38 áðrenn hetta, frá NM 2023. Bartal er sostatt eisini fyrsti føroyingur nakrantíð undir 28 sekund í 50 bringu. Sí úrslitalistan her
Bartal á Oyggjaleikum 2025. Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Bartal 27.93 og stórt føroyskt met í 50 bringu
Fyrsti dagur er farin afturum á svimjistevnuni á Oyggjaleikum 2025, og gekk tað bara heilt gott hjá okkara svimjarum. Eini tvey føroysk met varð tað til, umframt tvey føroysk landsliðsmet, eitt føroyskt juniormet og tvær gull, tríggjar silvur og tríggar bronsur
1500 frí menn – Líggjas gull og Silas bronsu
400 blandað kvinnur – Jóhanna nr 5
200 firvald menn – Isak gull, Silas nr 6
100 firvald kvinnur – Jóhanna nr 5
100 bringa menn – Bartal silvur og føroyskt met, Jón nr 4
50 bringa kvinnur – Lea bronsu og føroyskt met og juniormet
50 rygg menn – eingin føroysk luttøka
200 frí kvinnur – Alisa silvur
200 blandað menn – Isak silvur
4×50 frí kvinnur – Føroyar bronsu og føroyskt landsliðsmet
4×50 blandað menn – Føroyar nr 4 og føroyskt landsliðsmet
Image courtesy of Euan Duff (Duff Company Productions)
Posted inKapping|Comments Off on Ein góður fyrsti dagur á Oyggjaleikum 2025
Føroysku kvinnurnar megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt landsliðsmet á Oyggjaleikum 2025, tá ið tær í 4×50 frí svumu seg til úrslitið 1:46.71. Landsliðsmetið var 1:46.77 frá í morgun, og áðrenn tað 1:46.86 frá Oyggjaleikum á Gibraltar í 2019. Sí úrslitalistan her
Føroysku kvinnurnar bronsu í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025 Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Føroysku kvinnurnar bronsu og landsliðsmet í 4×50 frí á Oyggjaleikum 2025
Alisa Vestergård (2003, SuSvim) megnaði í dag at vinna silvur á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 200 metra frísvimjing svam seg til úrslitið 2:04.98. Besta tíð hjá henni nakrantíð, er 2:04.29 frá Oyggjaleikum á Guernsey í 2023. Sí úrslitalistan her
Alisa silvur í 200 frí á Oyggjaleikum 2025 Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Alisa silvur í 200 frí á Oyggjaleikum 2025
Lea Osberg Højsted (2008, Ægir) megnaði í dag at vinna bronsu og seta føroyskt met og juniormet á Oyggjaleikum 2025, tá ið hon í 50 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 32.22. Hon átti sjálv metini á 32.42 frá í morgun, og áðrenn tað 32.64 frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her
Lea bronsu í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025 Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Lea bronsu og føroyskt met og juniormet í 50 bringu á Oyggjaleikum 2025
Bartal E. Eidesgaard (2003, HS) megnaði í dag at vinna silvur við stórum føroyskum meti á Oyggjaleikum 2025, tá ið hann í 100 metra bringusvimjing svam seg til úrslitið 1:00.51. Hann átti sjálvur føroyska metið á 1:01.85 frá í morgun, og áðrenn tað á 1:02.08, frá FM á stuttgeil 2024. Sí úrslitalistan her
Bartal silvur í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025 Sabina Poulsen eigur myndina
Posted inKapping|Comments Off on Bartal silvur og stórt føroyskt met í 100 bringu á Oyggjaleikum 2025
You must be logged in to post a comment.